Partafelagið Jupiter við heimstaði í Kollafirði hevði slakar 50 mió kr í vinningi í fjør. Tað eru 20 mió kr minni enn árið fyri. Bruttovinningurin var 93 mió kr, ella 64 mió kr meira enn árið frammanundan. Orsøkin til munin skal m.a. finnast í hægri starvsfólka- og rentuútreiðslum.
Felagið eigur og rekur uppsjóvarskipið M/S Jupiter, sum fiskar pelagiskan fisk.
- Úrslitið er ávirkað av ymiskum viðurskiftum, herav at felagið hevði eina fíggjarliga inntøku á 80 mió kr. Felagið hevur í árinum keypt nýtt skip og hevur selt M/S Gamli Jupiter, sigur leiðslan m.a. í frágreiðingini.
Skattur og tilfeingisgjøld vóru tilsamans smáar 30 mió kr, sum er smá 38% av úrslitinum áðrenn skatt. Í fíggjarstøðuni standa loyvi og onnur rættindi at hava eitt virði á 25,5 mió kr.
Fíggjarstøðan javnvigar annars við 132 mió kr og eginognin er 40 mió kr.
Jógvan Martin Ferjá er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo