Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nazaret: Á møtinum týskvøldið 03. oktobur kl. 20, taka Judy og Óli á Grømma lut.

Óli á Grømma Jacobsen er føddur og uppvaksin í Klaksvík, og hava hann og konan, Judy, verið í fulltíðar tænastu fyri HARRAN, síðan tey vóru heilt ung.

Longu sum 17 ára gamal, á heysti í 1962, kendi Óli seg kallaðan av Harranum at fara í fulltíðar tænastu fyri Hann, og árið eftir fór hann eitt skiftið til Íslands í tænastu Harrans.

Tvey ár seinni, í 1965, fór Óli til USA á trúboðaravenjingarskúla hjá trúboðanarfelagsskapinum New Tribes Mission (NTM). Eftir hetta, í 1968, fóru hann og Judy í fulltíðartænastu hjá NTM, har fyrsta uppgávan hjá Óla var at vera leiðari og lærari á trúboðaramálskúla. Har virkaðu tey í 14 ár.

Í 1982 vórðu tey av NTM send til Filipsoyggjarnar, har tey virkaðu fyri Harran í 10 ár.

Síðan 1993 hava tey bæði virkað sum partur av altjóða leiðsluni fyri NTM, har tey framvegis eru virkin.

Í løtuni eru Judy og Óli heima í Føroyum á vitjan í nakrar vikur, og í hesum sambandi fer Óli – sum nevnt – at luttaka á møtum í Nazaret, í Kaldbak, týskvøldið 03. oktobur kl. 20.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo