Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í einari grein á fjesbókini og á VP, ivast Sjúrður Skaale í mínari vitan, tá tað snýr seg um kríggið millum Ukraina og Russland, og mínar eygleiðingar hesum viðvíkjandi.

Lat meg siga beinanvegin, at Sjúrður Skaale ikki var til tiltakið, so hansara atfinningar byggja á eina grein sum hevur staðið í Norðlýsinum. Og tað er ikki eg sum havi skrivað hana, men blaðstjórin í Norðlýsinum.

Sjúrður burdi vita, at ein grein sum endurgevur nakað sum er sagt, als ikki sigur allan sannleikan. Og eg haldi tað er nokk so nasadjarvt av einum fólkatingsmanni, at leggja eftir mær við nøkrum ósannindum, sum hann hevur hoyrt og lisið frá einum triðja manni. Men lat tað fara. Tað grøvina ætli eg mær ikki í.

Eg nevndi ikki við einum einasta orðið, at samstarvið við Russland skuldi halda fram. Tað eg segði var, at um tað var slitið, so hevði tað avleiðingar. Og lýsti hvørjar avleiðingarnar vóru fyri uppisjóvarfisk. Og at virðistapið í utflutningsvirði liggur um 380 mió. kr.

At eg havi sagt og haldið at føroyska samstarvið við Putin ikki er so galið, er ein lygn frá enda í annan.

At Sjúrður Skaale skal læra meg og fortelja mær um Hitler og Pólland, ella fyri tann sak skuld um Russland og Ukraina, er hálvgun at niðurgera mína vitan á økinum. Tað má standa fyri hansara rokning.

Eg havi í nógv ár í mínum dagliga yrki havt tætt samband við fólk í Póllandi, Russlandi og Ukraina.

Eg kenni teirra hugsan, teirra søgu, teirra vónir, teirra ynskir, teirra gleðir og teirra sorgir.

Fólk har abbin er skotin í Katyn, fólk har stórur partur av familjuni doyði undir sorgarleikinum Holodomor 1932-33. Og fólk, har fleiri í familjuni vóru send í Gulag helviti í Sibir.

Jú, Sjúrður. Eg kenni søguna, og haldi tað er nakað nasadjarvt at taka patent uppá at verða ”klókur” og empatiskur í hesum málinum.

Tað sum hendur nú er ein ræðuleiki, og kann undir ongum umstøðum góðtakast.

Men lat verða við at kasta við runu í hesum málinum. Tað er tað alt ov álvarsligt til.

At eg ikki skilji, hví Vesturheimurin hevur reagerað so kraftiga uppá álopið á Ukraina, er nú eitt sindur frekt at siga.

Tí sjálvandi geri eg tað.

Men kanska havi eg tað framum Sjúrð, at eg skal agera og navigera í heiminum hvønn dag, og tað krevur nøkur val.

Tað sum eg legði fram á Faroexpo var ikki ein meting av, hvat var frægari enn Putin og Russland, men bara ein konsekvensur, um samhandilin helt uppat.

Og tað endaði sum ein spurningur, um moral og etik, og um stigbendan av ræðuleikum.

Hvussu fyrihalda vit okkum til eitt land sum Turkaland, sum er einast land Føroyar hava gjørt fríhandilsavtalu við seinastu 30 árini.

Har 40.000 kurdar eru dripnir, 17.000 horvnir og 119.000 settir í fangahús, seinastu 20 árini.

Hetta var ein spurningur og ikki eitt svar. Og eg legði dentin á, at vit mugu torað at nema við hesar spurningar.

Og nei Sjúrður, eg havi ikki sagt at, ”Turkaland er líka ringt sum Russland”.

Tað er beinleiðis ósatt, og tað er hugstoytt at lesa hetta frá Sjúrð Skaale, sum hvørki hevur hoyrt ella sæð tað eg havi sagt og legði fram á Faroexpo.

Hendan dagin í Runavík nevndi eg ikki við einum orði, at Føroyar hava fyrimun av fiskivinnuavtaluni við Russland. Ikki eitt einasta orð.

Men eg nevndi ógvuliga objektivt, hvør avleiðingin er, um vit ikki samhandla við Russland. Og tað mugu vit eisini torað at seta orð og tøl á.

At spyrja meg í eini grein um tað álvarsmál sum kríggj er, um hjáveiðu hjá russiskum skipum, og um virði av hesi veiðu og avleiðingina fyri grunnarnar, er skeiv adressa.

Hetta mugu tey sum hava skil fyri hesum svara uppá.

Hvat bretar meina og halda, veit eg av góðum grundum ikki, tí eg havi ikki sæð nakra útmelding frá bretum.

Og tað havi eg ikki og tað fari eg ikki at taka støðu til, tí eg havi ikki nakra vitan á hesum økinum.

Men tað sum eg førdi fram var júst tað, at líka mikið hvat vit gera í hesum málinum, so hevur tað avleiðingar.

Tað er og verða fyrimunir og vansar.

Hvat er og verður við tí maritimu doktrinini hjá Russlandi, so kann eg bara staðfesta, at russisk skip kunnu koma í norska havn, og at Noreg er eitt NATO land.

Um tað kann lata seg gera hjá teimum við tí eftirlitið sum skal til, so mugu vit kunna gera tað sama.

Ì míni framløgu legði eg eisini fram, hvat ES ger tá tað snýr seg um fisk. (sí myndir niðanfyri)

ES innflutti í 2022 góð 18% meira fisk úr Russlandi enn í 2021, ella knapt 200.000 tons, í høvuðsheitum toskur.

Hetta til framleiðara í Hollandi, Týsklandi og Póllandi. Ein innflutningur á 7.4 mia kr.

Um tað er rætt ella skeivt at gera, tók eg ikki støðu til. Men vildi bara lýsa at tað er so.

Vit kunnu ikki verða naiv í mun til verðina vit eru í.

Leinkja til greinina í The Telegraph 22. mars 2023: TRÝST HER

Tað eru ongar ES sanktiónir ímóti Russlandi tá tað snýr seg um mat.

Tað eru og verða politikarnir sum skulu taka avgerð í hesum málið.

Og lat ongan iva verða um, at ta avgerðina virði eg fult og heilt, og soleiðis skal tað verða.

Eg legði fram á FAROEXPO bert eitt klípi av vitan um málið og tess avleiðingar. Og sum vinnufyritøka havi eg eina skyldu at lýsa málið eftir besta førimuni.

Á míni framløgu legði eg eisini dentin á, at vinnan skal nokk tilpassa seg. Tað er náttúran hjá vinnuni.

Men tað kostar, og onkur skal gjalda prísin.

Og eg endaði við at siga, at: BJARTSKYGNI ER VEGURIN FRAM TIL EINA BETRI FRAMTÍÐ. TÍ UTTAN TRÚNNA Á, AT FRAMTÍÐIN VERÐUR BETUR, SO VIL VINNAN HELDUR IKKI TAKA ÁBYRGDINA FYRI AT TAÐ VERÐUR SO.

Jú víst skilji eg álvaran í hesum máli, og kenni ræðuleikarnar í Ukraina, líka so væl sum Sjúrður Skaale.

Munurin er kanska, at eg ikki taki patent uppá moral og etik í hesum sorgarleiki.

Og nei Sjúrður.

Ikki havi eg sagt eitt orð um, at Erdogan og Turkaland er betur enn Putin og Kreml. Men eg segði at um vit ikki selja okkara uppisjóvarfisk til Russland, so verður hann seldur til Turkalands og Egyptalands og Nigeria, sum eru millum tey mest korruptu londini í heiminum og sum virða mannarættindi allarminst.

Tað er bara ein staðfesting.

Um tað er meir ella minni moralskt er ikki upp til mín. Men vinnan skal nokk tillagað seg hesi viðurskifti.

Føroyar eru eitt paradís á jørð, tá vit meta okkum við restina av heiminum.

Men hóast tað, so vera vit viðhvørt noydd til at taka avgerðir, sum eru truplar og hava avleiðingar.

Tíbetur kunnu vit í okkara landi taka hesar avgerðir demokratiskt, við allari virðing fyri hvørjum øðrum.

Tann svartskygdi grenjar um vindin
Tann bjartskygdi vónar og væntar at vindurin broytist
Tann royndskygdi (realisturin) tillagar seglini.

Tað fer vinnan til eina og hvørja tíð at gera, og virða ta avgerð sum politiski myndugleikin tekur.

Og lat tað verða sagt her, at tað var bert Høgni Hoydal frá politiska myndugleikanum, sum var í Runavík og lurtaði.

Pól Huus Sólstein

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo