- Tað hevur kenst leingi hjá mær at bíða, men endiliga er nú avgjørt, at hondbóltsskúlin JPH Camp verður aftur nú í summar, eftir væleydnaðu byrjanina í 2019, tað sigur Jóhan á Plógv Hansen, føroysk hondbóltsstjørna í Danmark.
JPH Camp mátti útsetast bæði á sumri í 2020 og 2021 orsakað av koronu-farsóttini.
Hondbóltsskúlin verður hildin í Høllini á Hálsi og Gundadalshøllini í Tórshavn hin 18. og 19. juni 2022, og pláss verður fyri tilsamans 250 børnum og ungum, sum verða býtt upp í bólkarnar U10-U12 og U14-U18.
Øll sum høvdu meldað til í 2020 og 2021, og sum ikki hava melda frá aftur, hava tryggja pláss, men nøkur pláss eru kortini eftir. Tilmelding til eftirverandi plássini kann gerast á www.jphcamp.fo
Innihaldi í hondbóltsskúlanum verður í stuttum hondbóltsvenjing, frálæra og fyrilestur. Luttakararnir fáa eisini tveir góðar hondbóltar, blusu, mat og drekka, umframt okkurt annað smávegis, sosum vatndunk e.l.
Í 2019 luttók ein av heimsins bestu strikuspælarum, Michael V. Knudsen eisini sum venjari á hondbóltsskúlanum, og aftur í ár verður ein serligur útlendskur hondbóltsleikari við sum venjari, saman við Jóhan á Plógv Hansen. Hvør hesin er, verður avdúka seinni.
Nógv er hent á hondbóltsleiðini hjá Jóhan á Plógv Hansen síðani hondbóltsskúlan í 2019. Í januar 2021 vann hann HM-gull í Egyptalandi saman við danska landsliðnum. Í august 2021 vann hann OL-silvur í Tokyo, og fyri 3 vikum síðani vann hann EM-bronsu í Budapest í Ungarn.
- Eg gleði meg til endiliga aftur at sleppa at fáa nakrar fantastiskar dagar saman við unga ættarliðnum av føroyskum hondbóltsleikarum. Vit høvðu nakrar framúrskaðandi dagar saman á JPH Camp í 2019, og eg havi glett meg líka síðani til næsta hondbóltsskúlan, sigur Jóhan á Plógv Hansen at enda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo