Tottenham Hotspur hava leikt seg víðari í 1/8 finalurnar í Champions League við einum 4-2 sigri ímóti Olympiakos.
Í fyrsta heimadystinum við portugisiska Jose Mourinho við róðrið kom enska liðið annars aftur um 2-0 tíðliga í fyrsta hálvleiki.
Men beint innan hálvleik minkaði Dele Alli um munin til 1-2, og fimm minuttir inn í seinna hálvleik javnaði Harry Kane til 2-2.
Serge Aurier legði Spurs á odda 3-2 í 73. minutti, áðrenn Kane sló sigurin fastan til 4-2 við sínum seinna máli í 77. minutti.
Spurs liggja eftir sigurin í kvøld á 2. plássi í bólki B við 10 stigum.
Á fyrsta plássi hevur Bayern München fult stigatal fyri fimm dystir, 15 stig. Bayern vann í kvøld heili 6-0 á útivølli ímóti Reyðu Stjørnu.
Reyða Stjørna og Olympiakos hava ávikavist trý og eitt stig í bólki B.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo