Betri Banki: Jonna Petersen, ið er ættað úr Miðvági, hevur listarframsýning á deildini hjá Betri í Miðvági.
Jonna byrjaði at mála í 2014. Hon málar alt – landsløg, andlitsmyndir og abstrakt. Fyri Jonnu hevur tað verið góð terapi at mála.
Á hesi framsýning hevur hon valt eitt tema, sum hon kallar barnaminnir. Minnini eru úr heimbygdnini, millum annað tá hon hevur vitjað ommu sína og bakað kakur saman við henni.
Ein annar málningur er frá eftirhondini kendu Húsabrekku, har brekkan bleiv stongd í kavanum og børnini skreiddu.
Jonna hevur gingið til tekni- og máliskeið hjá Mariu Mørkøre úr Klaksvík, annars er hon sjálvlærd.
Eins og við nógvum øðrum framsýnarum á vegginum, er hon uppfordrað at útstilla síni listarverk. So kenna tit nakran við evnunum, so er at uppfordra tey at stilla út.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo