Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Jónleif Johannesen í starvið sum skúlastjóri í skúlanum á Skúlatrøð.

Jónleif er 46 ára gamal. Hann tók læraraprógv í 2004, hevur diplomútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu og  ein part av leiðsluútbúgving á masterstøði innan námsfrøðiliga leiðslu, umframt longri skeið í leiðslumenning.

Jónleif hevur starvast sum lærari og AKT – lærari í Føroyum, og hevur bæði verið nevndarlimur í Føroya Lærarafelag og formaður í Skúlaleiðarafelagnum.

Jónleif hevur hollar leiðsluroyndir innan fólkaskúlan. Hann hevur verið fyrstilærari í Skúlanum á Fossánesi og varaskúlastjóri í Runavíkar Kommunuskúla. 

Seinasta hálva árið hevur hann arbeitt sum fulltrúi á fólkaskúlaøkinum í Undirvísingarstýrinum, har hansara arbeiðsøki m.a. hevur verið at skipa undirvísing í føroyskum sum annaðmál.

Jónleif tekur við starvinum sum skúlastjóri í skúlanum á Skúlatrøð 1. septembur 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo