19 ára gamli Jonathan Malaikev, sum hevur mammu úr Vestmanna og pápa úr Kirgisistan, var hetjan í gjár, tá hann boksaði ímóti Oliver Borup sum er úr Vordingborg Bokseklub, sum eisini skipaði fyri dystinum.
Talan var um ein undandyst, áðrenn landsdyst ímillum Noreg og Danmark.
Við VP sigur venjarin, Martin Meng, at klassin eitur løtt weltervekt, men at tað annars ikki var nakar lættur dystur hjá Jónathan at vinna - sum myndirnar eisini geva eina ábending um.
- Jonathan vann dystin 3/2 eftir trý umfør, báðir vóru útlúgvaðir, men tá avtornaði dró Jónathan longra stráið.
Fleiri myndir eru at síggja á facebooksíðuni hjá Tórshavn boksing.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo