Danin Jonas Dal Andersen verður nýggjur høvuðsvenjari hjá okkara Betri monnum, skrivar HB á heimasíðuni í kvøld.
Jonas er 44-ára gamal, hevur DBU Pro-venjaraútbúgving, og er ein royndur maður í donskum fótbólti.
Hann var í nógv ár knýttur at venjaratoyminum hjá FC Midtjylland, har hann m.a. var við til seta fótbóltsakademii hjá FCM á stovn.
Í 2013 royndi hann seg sum høvuðsvenjara hjá Hobro IK, sum hann fekk upp í Superliguna. Síðani hevur hann verið høvuðsvenjari hjá Esbjerg (Superliga), Kjellerup (2. div.), FC Fredericia (1. div.) og AC Horsens (Superliga).
Sáttmálin er galdandi til árslok 2022.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo