Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur Í vikuni er avtala komin í lag við Jón Simonsen, sum sostatt skal venja 1. deild hjá 07 Vestur. Liðið er nýtt í 1. deild og skal verða seinasta stig hjá ungu leikarunum áðrenn teir skulu upp í Betri Deildina.

Jón Simonsen hevur arbeitt við fótbóltið í rættiliga nógv ár, bæði í heimbygdiin Fuglafirði, eisini sum høvuðsvenjari í Betri Deildini og 1. deild, men eisini millum annað sum hjálparvenjari og venjari í 1. deild hjá HB, og við kvinnunum bjá B36.

07 Vestur er uppflytari úr 2. deild í fjør, og uppgávan, sum 48-ára gamli klaksvíkingurin hevur tikið uppá seg, er rættliga stór og spennandi. Eitt mál er sjálvandi at fáa teir næstbestu hjá 07 Vestur at støða seg í 1. deild, men samstundis, og avgerandi fyri felagið uppá longra banan, er at liðið eyðnast sum seinasta menningarstigið hjá yngru leikarunum áðrenn teir skulu upp í Betri deildina at spæla.

Jón kemur soleiðis eisini at arbeiða tætt saman við ungdómsdeildini, og serliga U17, fyri at stuðla yngru leikarunum í skiftinum frá ungdómsfótbólti yvir í vaksnamannafótbólt. Fleiri leikarar, sum hava verið partur av góða ungdómsarbeiðinum seinastu árini, standa nú yvirfyri hesum stóra stigið, og tað er tískil sera týðningarmikið at fáa yvirgongdina at eyðnast.  

Umframt Jón, sum verður høvuðsvenjari hjá 1. deild, verður eisini hjálparvenjari knýttur at liðinum. Høvuðsvenjarin í Betri Deildini, Michael Schønberg, kemur eisini at arbeiða saman við Jón um leikarar, sum skulu ella kunnu gerast partur av hópinum hjá Betri Deildni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo