Í samband við Mentanarvikuna hjá Runavíkar kommunu í ár hevur Jón Magnus Joensen málningaframsýning í gamla handlinum hjá Pidda í Runavík.
Handilshølini, ið langt síðan hava latið aftur, siga frá eini farnari tíð. Hetta eru gomul sjarmerandi hús í hugnaligum umvhørvi. Tey standa niðast við sjóvarmálan innast í Runavíkar havn, nærri Gulasteinsvegur 6 í Runavík.
Jón Magnus fer at hava umleið 30 málningar við á framsýningini. Størri og smærri. Myndevnini eru úr Havn og aðrastaðni m.a. úr Eysturoynni og Norðoyggjum.
Jón Magnus er virkin málari og hevur javnan framsýningar ymsastaðni.
Stílurin er ekspressionistiskur og fagurlittur við naturalistiskum eyðkennum.
Opið verður frá hósdegi, 25. apríl, til og við sunnudagin, 28. apríl.
Opið soleiðis:
Hósdagin 25. apríl kl. 14 - 19
Fríggjadagin 26. apríl kl. 14 - 18
Leygardagin 27. apríl kl. 10 – 17
Sunnudagin 28. apríl kl. 14 - 18
Heimasíða www.joensen-art.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo