Jón Magnus Joensen hevur málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík frá fríggjadegnum 25. mars til og við mikudagin 30. mars.
Myndevnini á framsýningini eru frá Tórshavn, høvuðsstaðarøkinum. Teir umleið 30 málningarnir, flestu stórir, lýsa høvuðsstaðin á ymsan hátt. Málningarnir eru litfagrir, har ljósið spælir stóran leiklut.
Jón hevur havt nógvar málningaframsýningar seinastu góðu tríati árini, harav fleiri í Smiðjuni. Jón hevur málað nógv heilt frá ungum árum. Hann var á listaskúla í Danmark í 2003.
Framsýningin letur upp nú fríggjadagin kl. 15.
Jón er argjamaður og býr í dag á Toftum. Her hevur hann egið atelier.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo