Heimsins størsta ferðamannaskip er farið sína fyrstu ferð úr Miami.
«Icon of the Seas» hjá Royal Caribbean Group sum millum annað er sponsorerað av fótbóltsstjørnuni Lionel Messi, er 365 metrar langt, hevur 20 dekk og kann føra 7600 ferðafólk og manningin telur 2350.
Skipið brúkar natúrgass, og umhvørvisverndarfólk hava ávarað um at skaðiligt metan verður likið út í luftina, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo