Leygardagin 1. desember kl. 15.30 verður jólatræið á Vaglinum tendrað. Annika Olsen, borgarstjóri, heldur røðu og Uni Næs, prestur, talar.
Havnar Hornorkestur spælir tónleik, kór syngja og jólamenn ganga í býnum og nógv onnur tiltøk verða í miðbýnum.
Handlar í býnum hava opið til kl. 20.00 og SMS til kl. 18.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo