Stóra og stásiliga granntræið sum fer at prýða Tinghúsvøllin í Havn um jólini varð felt í Heiðmørk sunnanfyri Reykjavík leygardagin.
Iceland Review skrivar, at talan er um eitt 11 metra høgt sitka granntræ, sum verður flutt til Føroya við Eimskipum.
Síðani 2013 hevur Reykjavíkar býur sent Tórshavn eitt jólatræ til at vísa føroyingum takksemi fyri vinarlagið, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo