Vestmanna kommuna: Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin 27. november 2020 kl. 17.00.
Sára Jógvansdóttir, komandi bygdarráðslimur, heldur røðu, og Magni Christiansen framførir nakrar jólasangir.
Jólamenninir koma við pakkum til børnini, og aftaná verður boðið til kakao og bollar uttan fyri Staðið.
Tá ið haldið á Torginum er liðugt, letur jólasølan í Krambúðini upp.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo