Tórshavnar kommuna: Jólatræið á Vaglinum hevur gjøgnum árini verið staðsett ymsastaðni. Tað er flutt fleiri ferðir og í ár er onki undantak, nú jólatræið kemur at standa við ráðhústrappuna.
Jólatræið á Vaglinum verður tendrað leygardagin 26. november 2022 kl. 15.30. Ann Hermansdóttir, prestur, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, halda røður. Havnar Hornorkestur spælir.
Jólabýurin verður í ár settur upp á parkeringsplássinum frammanfyri Ráðhúsið. Orsakað av arbeiði á Vaglinum, verður jólatræið í ár sett upp frammanfyri trappuni á Ráðhúsinum.
Í sambandi við, at jólatræið verður tendrað, verða nógv ymisk hugnalig tiltøk í miðbýnum. Skráin verður kunngjørd seinni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo