Skipari og manning umborð á jólaskipinum boða frá, at tey koma til Runavíkar leygardagin 12. desember kl. 16.30. Jólaskipið leggur at við bátahylin.
Siðvenja hevur verið at jólamenninir syngja nakrar jólasangir saman við børnum og soleiðis verður eisini í ár. Ein pallur er settur upp nærhendis har jólamennirnir framføra.
Umframt kakao og bollar bjóða jólamennirnir eisini okkurt gott til børnini. Jólanissur og Nes sóknar Musikkfelag luttaka.
Ein forvitnislig jólaframsýning er sett upp við Doktaragarðin.
Tvær hugnaligar smáttur, skrýddar við bommum, standa á fløtuni beint við. Í einari smáttu ber til at síggja jólabakstur hjá ommusysti, og í hinari er smiðjan hjá jólamanninum. Framsýningina hevur Anette Sonne sett upp í samstarvi við Visit Runavík.
Tiltakið byrjar kl. 16.30 og í hesum sambandi verður Gulasteinsvegur stongdur fyri koyrandi ferðslu frá Berglon til vegamótið á Fjøruvegi í tíðarskeiðnum frá 16-17.30.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo