Børn og barnsligar sálir í Norðoyggjum og aðrastaðni við kunnu gleða seg, tí hósdagin verður aftur møguligt at heilsa uppá jólamennirnar, sum koma við jólaskipinum á Klaksvík.
Tiltakið verður úti í Klaksvíksgarðinum, niðanfyri Forminnissavnið, sum eisini hevur opið í samband við tiltakið.
Skráin:
Kl. 18.00 Jólaskipið kemur á Klaksvík
Kl. 18.30 Niclas Heri Joensen bjóðar jólamonnunum og øllum at vera vælkomin til tiltakið
Kl. 18.35 Jólamenninir syngja og hugna sær á pallinum
Kl. 18.55 Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini, ber fram røðu og avdúkar “Ársins Rósu”
Kl. 19.10 Vit syngja felagssangin; Nissumamma og nissupápi
Kl. 19.15 Jólamenninir deila pakkar til børnini
Jólamennirnir lata heilsa, at teir vóna at síggja nógv børn. Stór og smá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo