Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Betri: Seinastu árini hevur Betri saman við ítróttinum í Miðvági tikið sær av at ljósprýða gróthúsini. Skuggamyndir síggjast av húsunum, og er tað eins og ein lítil bygd liggur við Vatnið.

Í ár eru tað Betri saman við Miðvágs Róðrarfelag, sum hava staðið fyri arbeiðnum. Og eins og við fólkatalinum í Føroyum, so er bygdin økt, tí nú eru enn fleiri av aldargomlu vøkru húsunum bygd uppaftur.

Tað kennist so friðsælt, hugnaligt og vakurt – eins og Hans Andreas Djurhus yrkti:

Meg minnist eina mynd – eg var lítil tá,

Tó fagrari mynd eg aldri sá;

Tað var lítil bygd, fram við vatn hon lá

Og húsini vóru so fitt og smá.

Hetta, saman við Nykinum, ger tað hugaligt og lívligt at koyra fram við Vatninum, og tú kemur í jólahýr av hesi einføldu heilsan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo