Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

NÁM: Skúlar, næmingar og fegnir móttakarar hava latið sera væl at ‘Vit skriva jólakort’ átakinum.  Í Føroyum eru á leið 10.000 jólakort borin út til hepnar móttakarar.

“Tað besta jólakortið, eg nakrantíð havi fingið. Eg bleiv so rørd.”

Omanfyristandandi er bert ein av mongu afturmeldingunum, vit hava fingið fyri jólakortátakið, sum vit hava koyrt í skúlunum seinastu vikurnar.

  • Tað hevur verið sera stuttligt at síggja so jaligar afturmeldingar frá bæði skúlum, lærarum og ikki minst frá teimum, sum hava fingið eina fitta jólaheilsan í postkassan, sigur Eilen Anthoniussen, samskipari í Føroyar Lesa.

Seinastu vikurnar hava næmingar og lærarar verið upptiknir av at skriva jólakort við næmingunum. Føroyar Lesa, Lærarafelagið, Posta og Føroyaprent hava samstarvað um eitt átak um at skriva jólakort. Hugskotið var einfalt: at tríva í aftur ein nærum gloymdan sið frá eini analogari tíð, tá tað var vanligt at senda familjum og vinum eina skrivliga heilsan, tá árið fór at halla. Og undirtøkan hevur verið sera góð. 

  • Tey flestu jólakortini eru borin út í Føroyum, og serliga nógvar ommur og abbar hava fingið eina hondskrivaða heilsan í postkassan. Ein heppin omma í Havn fekk enntá heili fimm jólakort frá sínum ommubørnum. Til útheimin eru eisini heilt nógv jólakort send. Jólakort eru so at siga farin til allan heimin, greiðir Bára á Lag frá Posta frá.  

Læruríkt átak fyri børnini
Í sambandi við átakið hava lærarar fingið høvi at tosa við næmingar um eitt evni, sum er fremmant fyri børn og ung í dag. Eitt nú er tað ikki nøkur sjálvfylgja, at næmingar vita, hvat eitt frímerki er, ”brævbjálvi” er fyri summi eitt fremmandaorð, og tað eru langt frá øll, sum kenna sína fulla bústað við t.d. postnumrinum. Alt hetta er partur av at skriva eitt jólakort, sum skal sendast við postinum, og tí hevur átakið havt eitt læringsendamál, sum tað annars ikki verður arbeitt við í gerandisdegnum, greiðir Eilen Anthoniussen frá.

Eitt átak í eygnahædd
Tveir dugnaligir næmingar á filmsbreytini í Nám X í Eysturskúlanum, Tóki Poulsen og Sigmundur Pálsson, hava framleitt ein film, sum lýsir alt átakið: frá framleiðslu av jólakortinum til børnini, sum skriva jólakort, og til løtuna, tá ein heppin omma fær sítt jólakort í hendurnar.

  • Tað er ein flottur og fjálgur filmur, sum er gjørdur av teimum, sum luttaka í jólakortátakinum, siga Bára á Lag frá Posta.     

Filmurin kann síggjast her: https://vimeo.com/1033078993

Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Jacob Eli S. Olsen, hevur greitt frá føroyska átakinum á norðurlendskum fundi fyri lærarafeløg, har hann hevur víst teimum alt tilfarið við vegleiðing og filmi.

  • Tey vóru sera hugtikin og kundu hugsað sær sama átak heima. So tað eru mong, ið gleðast um hondskrivað jólakort.

Tað var Johan Mortensen, sum upprunaliga fekk hugskotið til, at øll børn í Føroyum áttu at lært at senda jólakort. Tí tað er nakað heilt annað enn talgildi heimurin, sum børnini liva í. Hugskotið bleiv skjótt til veruleika í einum góðum samstarvi millum Føroyar Lesa, Føroya Lærarafelag og Posta, sum hevur stuðlað við frímerkjum og útbering.  

 

Um Vit skriva jólakort:

Øll børn í fólkaskúlaaldri eru boðin at skriva og senda tvey jólakort til síni kæru púra ókeypis.

Allir skúlar í Føroyum hava móttikið jólakort, frímerki og bjálvar. 

Átakið er partur av Føroya Lesa verkætlanini, og er eitt samstarv millum Føroya Lærarafelag, Nám/ Føroyar Lesa, Posta og Føroyaprent. Heiðrik av Heygum hevur teknað vakra jólakortið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo