Kristiliga Tíðindatænastan: Árliga jólakonsertin í Eysturoynni var í Løkshøll leygarkvøldið 17. desembur kl.20.00 við fullsettari høll.
Øll atgongumerkini vórðu útseld til konsertina, so fyrireikararnir vórðu noyddir at seta tvær eykakonsertir á skránna, sum vóru sunnudagin 18. desembur ávíkavist kl.16.00 og kl.20.00.
Hetta er triðja árið á rað, ið konsertin verður hildin, og áhugin er vaksin fyri hvørt ár, og tað skiltist á konsertleiðarunum, at konsertin er longu sett á jólaskránna hjá Løkshøll til jólini 2017. Tá seinasta konsertin var av sunnukvøldið kl.20:00, høvdu umleið 1200 fólk sitið í Løkshøll og notið adventina.
Randi Hansen av Toftum setti konsertina við at boða frá, at temaði í ár er Kongurin. Randi Hansen og Ásbjørn Berthelsen, vóru konsertleiðarar. Kapelmeistari var Jákup Justinussen.
Tað var eitt breitt úrvæl av sangarum, sum megnaðu at geva luttakarunum tað teir høvdu rindað fyri.
Kl.21:00 var steðgur, og tá varð bjóðað til kaffi, rísdessert og jólakaramellir í hugnaligu og rúmligu kantinuni í Løkshøll. Konsertin var í góðar tveir tímar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo