Mikukvøldið 20. des. kl. 20 hevur Siloakórið jólakonsert í Siloa í Fuglafirði.
Eyðun á Lakjuni stjórnar kórinum, og á skránni eru bæði gamlir og nýggir jólasangir við góðum og fjølbroyttum útsetingum – og frálíkum solorøddum og undirspæli.
Marjun Wolles, Maria á Lakjuni og Bárður á Lakjuni fara eisini at framføra á konsertini.
Aftaná verður ein drekkamuður at fáa - og øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo