Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Caritas Danmark: Hjálparfelagsskapurin Caritas Danmark hjálpir treingjandi barnafamiljum við jólahjálp í ár. Hetta er fyrstu ferð at Caritas Danmark hevur tikið stig til at lata jólahjálp í Føroyum.

Tað er eitt vaksandi tal av  familjum, sum hava tað trupult við at fáa endarnar at røkka saman og eru í fíggjarligari trongstøðu upp til jóla. Teir hjálparfelagsskapir, sum longu eru aktivir í Føroyum, boða fra einum so stórum tali av umbønum um jólahjálp, at teir neyvan klára at nøkta tørvin.

Ásannandi hesi viðurskifti fer Caritas at hjálpa til við at jólini kunnu gerast góð fyri flest møgulig.

Caritas gevur ein jólapakka við einum gávukorti frá FK áljóðandi kr 700,- saman við einari karameleskju fra “Poul Michelsen”. Tað verða útflýggjaðir 100 gávupakkar. Tað vil siga, at tey fyrstu 100 sum søkja, fáa gávupakka.

Hvør kann søkja
Familjan, sum er í veruligari trongstøðu og ikki væntar at fáa hjálp frá øðrum hjálparfelagsskapi, kann søkja . Hetta fyri at røkka flest møgulig treingjandi. Vit fara ikki at biðja um skjalprógv fyri trongstøðuni, men appellera bert til samvitskuna hjá tí einstaka. Ein familja kann bert fáa ein gávupakka.

Teldupostur skal sendast til caritas(at)katolsk.fo . Í teldupostinum skulu hesir upplýsingar verða:

- Navn og bústaður

- Telefonnummar

- Tal av vaksnum og børnum í húskinum

Telduposturin kann sendast Caritas frá hósdegnum 7. desember kl 12:00 til fríggjadagin 15. desember kl 24:00. Gávupakkarnir verða útflýggjaðir í Mariukirkjuni leygardagin 16. desember frá kl 13 – 17 ella eftir aðrari avtalu.

Jólabasarur
Í adventstíðini savnar Mariukirkjan pening inn til Caritas. Endamálið við innsavningini er at veita stuðul til viðkvæmar familiur í Grønlandi, Føroyum og Danmark. Í hesum sambandi verður ein basarur fyriskipaður í kjallaranum í Mariukirkjuni tann 10. December kl 12:30, har møguleiki verður fyri at ognað sær onkran góðan lut og lata eitt oyra til Caritas. Kaffi og køkur verður at fáa undir tiltakinum. Minnist til at hava reiðan pening við.

Um Caritas
Caritas er en katólskur altjóða hjálparfelagsskapur, som virkar í yvir 200 londum í heiminum. Felagsskapurin veitir humanitera hjálp, sosialan stuðul og luttekur í menningarverkætlanum, sum eru vendar móti teimum mest viðkvæmu bólkunum í samfelagnum. Caritas veitir eisini neyðhjálp til katastrofu- og konfliktrakt økir. Høvuðsendamálið er at fremja sosialt rættvísi og samhaldsfesti. Hjálpin verður veitt har tørvurin er størstur, uttan mun til nationalitet, húðalit ella átrúnað.  Rakul Guðjónsson er sóknarumboð fyri Føroyar í Caritas Danmark.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo