Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Jólini tykjast mær av fleiri orsøkum ríkiliga uppreklameraði – ikki minst við atliti til jól hjá teimum fátæku.

Og hvat munna tey ikki stúra fyri høgtíðini! Stakkals børn sum eftir jólafrítíðina skula møta sínum floksfeløgum aftur, og ikki hava fingið eitt ella annað sum byrjar við I, eitt nú Ipad ella Iphone. 

Tess dýrari gávurnar eru, jú djúpari verður gjógvin millum tey, sum eiga - og tey sum ikki eiga.

Tað er helst onkur, sum fellur fyri freistngini við quick við “afturrindan langt inn í framtíðina”.

Tað ljóðar jú so gott.

Tey fátæku eru ikki bara fátøk um jólini. Tey eru fátæk alt árið.

Eg havi sagt tað áður, og eg endurtaki orðaskvaldri´, at ”hvør einstakur er sín egni eydnusmiður... og tað er bara at halda seg til...” hetta er ikki ein reellur møguleiki hjá øllum.

Millum tey vælbjargaðu eru flestu kenningar væl fyri fíggjarliga. Hesi hava sítt sosiala netverk, og tey ána ikki hvussu tað er at liva frá hondini til munnin hvønn dag.

Alt snýr seg um tað peningaliga, sum eisini drenar tey fyri orku. Øll í teirra umhvørvi eru í somu støðu, og tey kenna ongan, sum hevur gjørt tingini áðrenn tey.

Hvar skula tey byrja?                   

Tað er nú einaferð soleiðis at man ferðast í sínum egna umhvørvið. Børn hava gott av at møtast upp á tvørs, hetta gevur eina breiðari samfelagsvitan, so vit ikki risikera at enda við eini einfaldari fatan av teimum minni heldigu.

Sjónarringurin gerst fátækari um vit bara møta fólkið sum eru líka sum vit.

Og so eru tað tey jólini sum fara upp í ein ruðuleika úr einum enda í annan.

Hesi hava ikki nógv at gleða seg til í hesi vælsignaðu hátíð, sum hon verur lýst.

Tey flestu kenna ikki trupulleikar har tað veruliga bítur

Hetta sæst aftur tá spurningar vara settir lærdum sum ólærdum, har tilvildin og ráðaloysi ræður, ið ikki kenna til hetta.

Tey hava bara lisið tað og ikki livað tað

Tey skilja heilt einfalt ikki spurningin.

Meðan onnur møta hesum við mistrúgv.

Og har vísur tann veruligi tann veruligi munurin seg.

Tað var ikki meinigin at koma fram aftur við hesum. Nakað av hesum var frammi eini 2-3 ár síðan.

Men nú jólaresið byrjar aftur haldi eg tað er eina áminning vert.

Kopi
At vera ella ikki at vera: Kopi

Vil man vera seg sjálvur – ella tað

sum samfelagsins trongskygdu

karmar vænta,

tað avgert tú sjálvur

ella gert tú - ?

Er sinnið lagt við sínum

forritaðu mynstrum

við títt upphav?

Tað eru tey ið fingu møguleikan

høvdu dirvi at bróta út

Og so eru tað hini

AnnaElisabeth 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo