Tórshavnar kommuna: Seinastu dagarnar hevur nógv virksemi verið í býnum.
Umframt sølusmátturnar, sum standa jólaprýddar í Betri garðinum og í Tinghúsgarðinum, so eru fleiri smáttur komnar á økið uttanfyri Ráðhúsið.
Í ár prýðir vakri pallurin aftur hugnaliga Tinghúsgarðin, og í dag varð stóra jólatræið sett upp á Tinghúsvøllinum.
Hugtakandi ljóstunnilin framvið Havnará tekur seg væl út á "Kærlighedsstien", og jólahugnin merkist longu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo