KFUK: Sum siður hevur verið í nógv ár, hevur KFUK í Varðagøtu 9 í Havn aftur jólaaftanshald fyri tær, ið hevur brúk fyri at vera saman við øðrum hetta serliga kvøldið á árinum.
Húsið letur upp klokkan 17 og sjálvt jólahaldið byrjar kl. 18 við døgurða og hugnaligari samveru og øll fáa ein jólapakka. Í ár er tað Maria Syderbø Mikkelsen, sum skipar fyri tiltakinum vegna KFUK.
Tiltakið er ókeypis, tí felagsskapurin KFUK og aðrir stuðlar syrgja fyri tí. Seinasta freist at boða frá luttøku er týsdagin 20. desember á tel. 227386.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo