Hátíðarhald var á havnarskrivstovuni í dag, nú John Ove Hansen helt 40 ára starvsdag hjá Tórshavnar havn. John Ove er maskinsmiður, men byrjaði hjá Tórshavnar havn sum kranførari.
Havnarfútin Jónsvein Lamhauge greiddi frá, at John Ove hevur staðið fyri øllum viðlíkahaldi hjá Tórshavnar havn, og fyri planlegging, eitt nú tá Tórshavnar havn leggur brúgvar út og ger annað tílíkt arbeiði.
Borgarstjórin Heðin Mortensen segði eisini nøkur orð. Bæði borgarstjórin og havnarfútin høvdu viðmerkingar um, at John Ove er sera kendur frá Facebook, har hann altíð verjir borg, tá tað snýr seg um Havnina og serliga Tórshavnar havn.
Báðir nevndu eisini, at John Ove er tiltikin góður at standa fyri øllum vanligum arbeiði og er avbera góður at heita á. John Ove helt stutta takkarrøðu og hevði eina gjøgnumgongd av stóru broytingunum seinastu 40 árini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo