Heimskendi bretski njósnarahøvundin John le Carré er deyður, 89 ára gamal.
Familjan váttar fyri Guardian at le Carré doyði av lungnabruna leygarkvøldið.
– Vit eru øll í djúpari sorg, skrivar familjan í fráboðan.
Bøkur sum «Tinker Tailor Soldier Spy», «The Spy Who Came in from the Cold» og «Night Manager» vóru bestseljarar um allan heimin. Hansara seinasta bók var «Agent Running in the Field.»
Fleiri av bókum hansara vóru eisini lagaðar til film.
Millum annað «Tinker Tailor Soldier Spy», við Gary Oldman í høvuðsleiklutinum, sum fekk tríggjar Oscar-nominasjónir.
Pierce Brosnan leikti í filminum, sum bygdi á bókina «The Tailor of Panama» og Ralph Fiennes var at síggja í «Constant Gardener».
British author John le Carré dies aged 89 https://t.co/E3Nv3NLXDJ pic.twitter.com/MDAJJu8pxx
— Reuters (@Reuters) December 13, 2020
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo