Javnaðarflokkurin: Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, setti í dag Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni sum varar av Vága Floghavn, ein munnligan fyrispurning um útbygging av flogvøllinum.
Jóhannis Joensen vísti á, at viðurskiftini á flogvøllinum ikki eru nøktandi til tørvin í dag. Ferðafólkatalið økist alsamt og staðfest er, at virksemið er vaksið úr verandi bygningum hjá Vága Floghavn. Vága Floghavn hevur kjølfest eina útbyggingarætlan, men fígging vantar í. Ein part av ætlanini megnar Vága Floghavn at fíggja sjálv, men neyðugt er, at landið, sum er eigari av Vága Floghavn, verður partur av ætlanini, um hon skal gerast veruleiki.
Landsstýrismaðurin var sera jaligur um komandi ætlanirnar, og greiddi frá, at landsstýrið er í tøttum samstarvi við nevndina og leiðsluna í Vága Floghavn.
Í mun til fígging, metti landsstýrismaðurin tað vera nærliggjandi at hyggja eftir Íleggingargrunninum, og hann er sinnaður at kanna hendan møguleikan, er politiskt ynski um tað. Hann vísti á, at seinast Vága Floghavn varð útbygd, var tað júst úr Íleggingargrunninum, at fígging var funnin.
Greitt er í øllum førum, at ynskja vit at menna ferðavinnuna í Føroyum, noyðast vit at betra um karmarnar á Vága Floghavn, sum longu nú er ov lítil í mun til ferðafólkatalið. Jóhannis Joensen er nøgdur við svarið frá landsstýrismanninum og vónar, at politiska skipanin kann standa saman um hesa ætlan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo