Næsta týskvøld, sum er týskvøldið 8. novembur, fer Jóhannes Miðskarð at halda tríggjar smáar fyrilestrar, sum snúgva seg um byrjandi barnaverndarmál innan skúlans gátt.
Tann fyrsti verður um hvussu ein kann pallseta tvørprofessionelt samstarv í einari eksistentiellari rammu. Harnæst verður greitt frá politiska ástøðinginum Hannah Arendt. Og til endans verður komið inná hvussu lærarar møta sosialráðgevarum, tá teir halda, at teir hava við eitt byrjandi barnaverndarmál at gera.
Eisini fer Anna Lovisa Mýri at syngja tveir sangir. Tiltakið er í samband við at Jóhannes Miðskarð fyri kortum gav út bókina “Teachers Meet Social Workers”.
Fyrilestrarnir eru næsta týskvøld klokkan 20 í húsunum hjá Føroya Lærarafelag sum eru í Pedda við Stein gøtu 9 í Havn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo