Landsfundurin hjá Sambandsflokkinum: Prís-elastisitetur er ein týðandi partur av at standa seg í kappingini móti SAS, sum byrjar at flúgva upp á Føroyar í hesum mánaðinum.
Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, ið júst hevur havt eina framløgu á landsfundi Sambandsfloksins á Hotel Vágum.
Prís-elastisitetur snýr seg í høvuðsheitum um at finna rætta prísin á eini vøru – í hesum føri flogferðaseðlum – og at vita í hvønn mun, prísurin ávirkar eftirspurnin...gin.
Ella sagt við øðrum orðum: hvussu bíligir skulu ferðaseðlarnir vera fyri at fáa fólk at flúgva meira?
Hóast stjórin í Atlantsflogi ikki beinleiðis sigur, at ferðaseðlarnir skulu gerast munandi bíligari, so er okkurt, sum bendir á, at tað verður bíligari at ferðast millum Føroyar og Keypmannahavn.
Hinvegin greiðir Jóhanna á Bergi frá, at um ferðaseðlarnir t.d. gerast 100 kr. bíligari, so kostar tað Atlantsflogi uml. 28 milliónir krónur.
Jóhanna á Bergi vísir á, at Atlantsflog stendur á markinum til ein nýggjan veruleika.
Í ár verður útboðið av setrum í flogførunum á flogleiðini millum Føroyar og Danmark nógv økt.
Atlantsflog bjóðar í ár út 257.000 setur í sínum flogførum, men nú SAS eisini kemur á Keypmannahavnar-rutuna, verður samlaða útboðið 378.000 setur árliga.
Stjórin greiðir frá, at júst tað vaksandi útboðið er ein stór avbjóðing. Keypmannahavnar-rutan er grundarsteinurin undir Atlantsflogi, og raksturin skal hanga saman.
Atlantsflog skipar annars – í sambandi við loftvegis kappingina – fyri fleiri nýggjum átøkum.
Ein ferðaseðlaskipan er sett í verk til ungar lesandi føroyingar, og í næstum kemur ein nýggj bonusskipan til øll ferðandi.
Eisini fer Atlantsflog at bjóða fram klippikort til vinnulívsfólk, ið, sum vera man, ferðast meira enn vanligt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo