Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Stillisliga fór Jóhan úr eygsjón. Hann var ikki okkara millum á Tvørabátinum ella aðrastaðni, har føroyingar hittust. Vit góvu okkum næstan ikki far um, at hann fjaraði burtur í huganum. Tí kom tað dátt við, tá ið lýst varð, at Jóhan Thomsen úr Porkeri var deyður 13. mai, 73 ára gamal.

Jóhan var elstur av fýra systkjum. Næst honum vóru tvær systrar, Meta og Anna, sum eru tvíburarnir og nógv ár seinni kom lítlasystirin, Jónhild, sum var 20 ár yngri enn hann. Slektin er stór, pápin og tey vóru 11 systkin. Jóhan var stillførur av lyndi og treivst væl í einingi at nema sær kunnleika við lestnaði. Húskið var í brøðrasamkomuni.

Jóhan fór á studentaskúla í Hoydølum, liðugur í 1970, og síðani niður á Århus Universitet at lesa religión og søgu. Hann var søgufróður og hevði hug til orðaskifti um samfelagsmál, gloymdi seg mest sum burtur í práti. Líkt er til, at hann ikki sá nakra framtíð við hesum lærdómi á universitetsstigi, tað var ikki hann. Hann gavst tí við hesum lesnað.

Í Keypmannahavn búði hann til leigu í einum húsum úti á Amager, har hann búleikaðist til apríl 2022. Í nógv ár arbeiddi hann hjá eini karsu-familjufyritøka, sum lá eini 20 km haðani. Trúliga settist hann á súkluna um hálgunseks tíðina á morgni og súklaði út hagar. Nærlagdur var hann og tað kravdist, skuldi karsan hava rættan vøkstur í bakkunum. Honum dámdi væl hetta sjálvstøðuga arbeiðið, gjørdi tað hann var biðin. Tá ið leiðarin doyði, gavst Jóhan har.

Súklan var eitt og alt. Vetur og summar, í krapa, regni, myrka vetranmorgun og ljósa summarnátt súklaði hann, og minnist meg rætt, var hann onkuntíð áhalsin í ringum líkindum. Næstu 15 árini eftir karsuarbeiðið, fór Jóhan at súkla við bløðum, sum hann bar út til fólk nær og fjar. Var hann til eitt tiltak onkunstaðni, fór hann ofta til hús fyrr enn onnur, tí bløðini skuldu út tíðliga næst amorgun! Tað var einki sum at, trúfastur og ærukærur sum hann var. Jóhan kom eisini á súklu í Føroyahúsið á Vesturbrúgv, oman í neystið í Norðhavnin og til eldrasamkomu í Kristnastovu.

Jóhan var stakur, men væl dámdi honum vera millum fólk. Serstakliga minnist eg hann týskvøldini til døgurðatiltøkini í Føroyahúsinum, til føroyskan dans í Fótatraðk og í okkara róðrarfelag í Norðhavnini, har Jóhan togaði í árarnar til mangan góðan róður við Tvørabátinum. Tey 20 árini, Jóhan búði í kjallaraíbúðini hjá hjúnunum á Amager, fingu tey serliga tey seinnu árini okkurt gott prát, sigur maðurin, sum í 42 ár hevur verið ”skrellimaður”. Hann undraðist á allar tær bøkur og tónleik, Jóhan keypti. Hartil dámdi honum at spæla guitar og hevði eisini eina fitta urgu! Teir báðir høvdu sama áhuga í so máta, serliga í country-tónkeiki.

Í hálva øld búði Jóhan niðri. Hann hevði fingið sær til vana at fara heim í summarfrí og onnur hvørji jól. Tá búði hann aloftast hjá systrunum, men eisini barnaheiminum, sum hann átti sama við teimum. Føroyar stóðu honum næst, og ikki at tala um Suðuroy og Porkeri. Mangan treiv Jóhan í okkurt kvæðaørindi og tók aftur í søgn og søgu har suðuri. Familjukærur var hann og gloymdi ikki tey ungu har heima. Tá ið Jóhan av tilvild fekk vest og troyggju til føroysk klæðir, ynskti hann at fáa tey fullfíggjað. Systrarnar góvu honum tað, sum írestaði. Tá var Jóhan errin maður.

Fyri einum tveimum árum síðani ella har á leið, ringdi Jóhan til systrina, sum tá var í Odense. Hon væntaði, at hann ætlaði sær at koma at ferðast. Tey vistu ikki betur. Men hann segði, at hann hevði ring tíðindi at bera, lá á Hvidovre Sjúkrahúsi og skuldi undir skurð, tí krabbameinið hevði breitt seg, og hann tí skuldi hava stumi. Longu í juni 2020 varð staðfest, at hann hevði fingið krabbamein. Hann hevði leingi borið tað inni við seg sjálvan, tí ikki skuldu hansara næstu nervast av tí. Í eini tvey ár hevði hann súklað aftur og fram til kemoviðgerð. Systrarnar bóðu hann koma heim, men heldur settist hann aftur á súkluna og fekk bløðini út. Ein, sum tá lívgaði honum og vitjaði hann, var Øssur Berghamar.

Á vári í 2022 hjálpti viðgerðin ikki meira. Tá var stundin komin at fara heimaftur. Tað var bara so nógv, hesin hugagóði og vónbjarti maðurin vildi hava heim við. Húsverturin vildi vera við, at har vóru tríati flytikassar. Heimkomin fór 73 ára føðingardagurin 30. apríl ikki afturvið hjá systrunum, sum gjørdu honum dagin so góðan. Í fyrstani búði hann hjá eini systur og seinni í barnaheiminum. Nakað fyri jól var týðiligt, at nú stóð á. Onkran sunnumorgun fór hann tó í Betaniu. Tað vildi hann, so veikur hann var. Systrarnar vóru um hann til tað síðsta.

Týsdagin 13. mai doyði Jóhan. Tey síðstu trý árini hevði krabbin otað seg meir og meir inn á hann. Nú var stríðið av, og hann var borin til hvíldar millum síni. Líkfylgið henda dagin í Betaniu var stórt, tá ið bygdarfólkið segði tí vinsæla og heimkæra bygdarmanninum farvæl.

Friður veri við minninum um Jóhan

mf

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo