Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Jóhan Hendrik Ellefsen og Kári á Høvdanum kunnu nú umboða Føroyar sum VAR dómarar - Mynd: www.FSF.fo

Jóhan Hendrik Ellefsen og Kári á Høvdanum kunnu nú umboða Føroyar sum VAR dómarar - Mynd: www.FSF.fo

Jóhan Hendrik Ellefsen og Kári á Høvdanum kunnu nú umboða Føroyar sum VAR dómarar - Mynd: www.FSF.fo

FSF: – Um vit ikki fylgja gongdini í altjóða fótbólti, og tí menning, sum alla tíðina fer fram, er skjótt, at vit verða eftirbátar. Hetta er eisini galdandi í samband VAR, hóast tað ikki verður brúkt her heima enn, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá FSF, og leggur afturat, at tíðin kemur at vísa, um, ella nær, vit fara at taka VAR í nýtslu í Føroyum.

Í seinnu hálva av hesum árinum hava føroyskir dómarar luttikið á VAR skeiðum hjá danska fótbóltssambandinum, DBU. Skeiðið er bygt á fýra meginreglur, har VAR kann leggja uppí og gera rættingar. Tað eru støður, har talan er um mál ella ikki mál, brotsspark ella ikki brotsspark, beinleiðis reytt kort, og skeivur spælari fær gult ella reytt kort.

Og nú er komið har til, at Kári á Høvdanum og Jóhan Hendrik Ellefsen hava staðið royndini, og kunnu, tekniskt sæð, vera VAR dómarar, har hendan tøkni verður brúkt. Á skeiðnum fingu teir millum annað ástøðiliga undirvísing samantvinnað við simulator venjing og próvtøku, har dystir í donsku U19-kappingini vórðu brúktir.

– Hetta er sera gott fyri føroyskan fótbólt, og serliga fyri dómararnar, sum nú kunnu fáa enn fleiri altjóða uppgávur. Men til tað krevst, at teir fáa royndir at nýta VAR, og tað kann møguliga gerast í samband við samstarvið, sum vit hava við Danmark og Noreg, tá vit býta um dómarar. Føroysku dómararnir, ið hava dømt altjóða, hava staðið seg væl, so hetta er eitt stórt stig rætta vegin, sigur Lassin Isaksen við heimasíðuna hjá FSF.

VAR, ið er stytting fyri enska heitið “Video Assistant Referee”, verður nýtt til A-landsdystir hjá monnum, og uttanlands verður tøknin brúkt í Champions League, Europa League og Conference League, umframt í øllum teimum stóru og minni stóru lands- og steypakappingunum í Evropa. Útlit eru eisini fyri, at VAR fer at verða nýtt í enn fleiri kappingum í framtíðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo