Frá 1. januar 2023 verða tað Kári á Høvdanum og Jóhan Hendrik Ellefsen, ið fara at umboða Føroyar sum FIFA dómarar.
– Hetta verður heilt avgjørt ein spennandi avbjóðing, og eg eri eisini glaður fyri at hava fingið hendan møguleikan. Nú ræður um at gera tað so væl sum tilber, og málið er sjálvandi at vera eitt gott umboð fyri Føroyar úti í heimi, sigur nýggi føroyski FIFA dómarin, Jóhan Hendrik Ellefsen við heimasíðuna hjá FSF.
Seinastu árini hava Kári á Høvdanum og Alex Troleis umboðað Føroyar sum FIFA dómarar. Men frá 1. januar 2023 verða tað Kári á Høvdanum og Jóhan Hendrik Ellefsen, ið skulu umboða Føroyar í altjóða høpi.
35 ára gamli miðvingurin, ið er útbúgvin løgfrøðingur, byrjaði av álvara at døma í 2011, tá hann var í Keypmannahavn í lestrarørindum. Tvey ár seinni, tá Jóhan Hendrik var heima á klettunum í praktik, dømdi hann sínar fyrstu dystir í føroysku kappingini, og síðan 2017 hevur hann verið dómari í fremstu deildini hjá monnum. Talan er tískil um ein royndan dómara, ið nú er vorðin FIFA dómari.
– Mær hevur altíð dámt væl at dømt, og havi altíð sæð tað sum ein sera týdningarmiklan part av spælinum. Eg havi tískil altíð tikið uppgávuna í størsta álvara, sigur Jóhan Hendrik Ellefsen.
Umframt at hava fingið ein nýggjan FIFA dómara, hava Føroyar eisini fingið ein nýggjan FIFA hjálpardómara. Talan er um Jørleif Djurhuus, og fyri fyrstu ferð hava Føroyar fýra altjóða hjálpardómarar. Hinir tríggir eru Andrew Christiansen, Dan Højgaard og Jan Hermansen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo