Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: Johan Dahl, limur í Norðurlandaráðnum, hevur í 2023, saman við tveimum øðrum norðurlandaráðslimum, sett ein fyrispurning til tær norðurlendsku stjórnirnar um passfrælsi í Norðanlondum.

14 juli 1952 kom í gildi eitt protokollat ella yvirlýsing um passfræli millum Svøríki, Danmark, Finnland og Norra. Síðan eru gjørdar ymiskar dagføringar og nýggjar avtalur, sum sláa fast, at norðurlendskir borgarar skulu kunna ferðast uttan pass í teimum norðurlendsku londunum - talan er við øðrum orðum um fult passfrælsi.

Fyrispurningurin varð settur, tí ivi er um, hvørt tað eru komin krøv frá myndugleikunum í nøkrum av norðurlendsku londunum um, at t.d. flogfeløg skulu kunna krevja pass í sambandi við flogferðir í Norðanlondunum. Sagt verður í hesum sambandi, at tað í ávisum førum kann koma fyri, at ferðamiðir biðja um skjalprógv, antin pass ella annað ID. Í slíkum førum er tað upp til tann ferðandi um hesin vil bíleggja ferðir undir hesum treytum.

Viðmerkt verður í fyrispurninginum, at talan møguliga er um t.d. restir frá koronutíðini um persónliga skjalfesting av ymiskum slag.

Í svarinum verður samanumtikið sagt frá øllum Norðanlondunum, at tað ikki eru nøkur krøv frá myndugleikunum um at vísa fram pass í nøkrum av londunum, t.d. krøv frá flogfeløgum, og at øll londini halda seg til gjørdar avtalur um passfrælsi.

Les meira her: Svar og fyrispurningur um passfræli í Norðanlondum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo