Johan Dahl á Facebook: Eg havi sæð meg noyddan at fara til løgregluna í dag við einum málið um chikanu og ærumeiðing av mær. Sjálvur havi eg annars sera breiðan rygg politiskt og mangan staðið fyri skotum, men tá man byrjar at gera sálarligan ágang persónligt á meg og mína familju flýtur bikarið yvir.
Seinastu 6 mánaðarnar hevur ein ónevndur persónur, fyrst við 2 anonymum maskinskrivaðum brøvum, send persónliga til konu mína og síðan við at fara út á ein miðil, sum eitur Jodel við hesi íspunnu sera álvarsomu ákæru, at eg skal hava gjørt eina fremmanda kvinnu við barn. Tá haldi eg nokk er nokk.
Til øll tey, sum hava tikið hesa søgu til sín og ført hana víðari i umferð, kann eg bert staðiliga afturvísa hesi tíðindi sum reint uppspinn frá onkrari sjúkari sál.
Vónandi kann løgreglan loysa hetta málið og finna fram til hvør viðkomandi sum hevur sett hesa søgu igongd er.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo