Donsku hondbóltsharrarnir vunnu í kvøld móti Belgia í fyrsta dystinum í HM-endaspælinum, sum verður hildið í Svøríki og Póllandi í hesum døgum.
Talan gjørdist um ein tryggan danskan sigur.
Danmark vann dystin 43-28, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 22-15 til danir.
Mikkel Hansen var toppskjútti hjá dønum við tíggju málum, meðan føroyski Jóhan á Plógv Hansen fekk eitt mál.
Føroyavinurin Hans Lindberg fekk tvey mál í dystinum.
Danmark er í bólki H saman við Bahrain, Tunesia og Belgia.
DR hevur givið donsku leikarunum støðumet fyri avrikið í kvøld, og miðalkarakterurin fyri alt liðið er 6,4 á 7-trinsstiganum.
Jóhan á Plógv Hansen fær eitt 4-tal fyri sítt avrik.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo