Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Myndin (frá M/S Museet for Søfart) sýnir Kronprindsessen hjá Dansk Asiatisk Kompagni. Jógvan Ziska Nolsøe, sonur Nólsoyar Páls, var við hesum stóra eysturindiafara.

12. apríl 1822 varð akkerið tikið í Keypmannahavn, og Leiðin lá til Eysturindia og Kina. Góðan mánað seinni, 16. mai, hendi vanlukkan – Jógvan Ziska fór fyri borð og bjargaðist ikki.

Nólsoyingurin, Jógvan í Liða, var kokkur umborð. Hann skal hava sagt, at teir fingust við sláa eina fokku undir, tá ið Jógvan Ziska var áhaldsin og fór í havið.

Theodor Emil Ludvigsen var eisini við á ferðini. Hann sigur í endurminningum sínum, at teir komu til Java 12. august 1822, fóru undir heimferðina úr Kina 31. januar 1823 og vóru heima aftur í Keypmannahavn 19. juli 1823.

Hann nevnir ikki tilburðin við Jógvani Ziska Nolsøe, men sigur afturimóti, at manningin legðist sjúk í Fjareystri, og at sjey mans doyðu.

Seglskipaleiðin heimaftur lá fram við St. Helenu í Suðuratlantshavi – oynni har ið Napoleon Bonaparta sat fangi. Ludvigsen sigur, at tá ið teir túrin frammanundan, í 1820, nærkaðust St. Helenu, kom bretskt herskip ímóti teimum at tryggja, at teir ikki komu ov nær.

Men nú, leiðin í 1823 aftur lá fram við oynni, var alt broytt. Bonaparta var deyður, og í landi vitjaðu teir eitt nú grøv franska keisarans.

Óli Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo