- Eg brenni fyri býráðspolitikki, men eg havi ikki tikið endaliga støðu enn, hvussu eg stilli upp til komandi býráðsval, sigur Jógvan Skorheim, býráðslimur, í stuttari viðmerking við VP.
Svarið er til spurningin, um nakað er í tí sum hoyrist, at Jógvan Skorheim fer at stilla upp uttanflokka á býráðsvalinum, sum býráðslimurin ikki enn hevur tikið endaliga støðu til.
Spurdur, um kanska aðrir flokkar hava heitt á hann um at koma á listan til býráðsvalið, sigur Jógvan Skorheim, at tað hevur hann onga viðmerking til.
Á kommunuvalinum í 2016 fekk Jógvan Skorheim 729 atkvøður, og stillaði hann tá upp fyri Lisata D, Nýtt Sjálvstýri. Á kommunuvalinum í 2020 fekk hann 401 atkvøður eisini á Lista D. Bæði valini var hann toppskorari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo