Tað váttaði hann fyri D&V í kvøld.
Jógvan Skorheim, sum er býráðslimur í Klaksvíkar býráð, segði eisini við D&V, at hann fer at arbeiða fyri at Fólkaflokkurin fær eitt gott býráðsval, og at Fólkaflokkurin fær møguleikan at fáa býráðsformannin aftur.
Spurdur, um hann eisini ætlar sær inn á ting, svaraði Jógvan Skorheim, at tað er ikki hansara fyrsta fokus.
- Fyrsta fokus nú er at Fólkaflokkurin fær eitt gott val á býráðsvalinum í novembur, og so verður tikið harfrá, hvat framtíðin fer at bjóða.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo