Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Ein svalan grækarismessudag undir krígnum, tann 12. mars 1943, varð Jógvan føddur í Klaksvík.

Eftir at vanliga skúlagongdin var lokin, lærdi hann til maskinsmið á Klaksvíkar skipasmiðju undir hesum meistarum: Ingolf Sigurðsson og Otto Joensen.

Heimið
Jógvan er sonur Elsu, elstu dóttir Malenu og Jógvan í Beiti í Mikladali og Jákup Purkhús, son Katrinu og Pól í Køkinum í Kunoy. Elsa og Jákup fingu fýra børn: Jóngerð, Marita, Páll og Jógvan.

Barnaheim teirra á Kósini var sermerkt av nógvari vitjað bæði av skyldfólki og veðurføstum útróðramonnum úr Norðuroyggjum, sum mangan lógu nátt har. Ein ektaður blíðskapur við hugfarsligum práti og látri - eitt nú frá Hans Hansen, listamanni og farbróður Jógvans, Poul Nicolái Purkhús, ið var ein hendinga skemtari og frásøgumaður.

Gávaður
Jógvan er, sum fleiri í ættini listamaður, ein framúr listamálari og betri teknara eiga vit ikki, evni sum hann eftir førimuni hevur røkt millum dagsins baks til dagin og vegin í klædnahandli, Rumfatalagrinum og á Ørkini.

Jógvan hevur evnað til ein føroyskan parlør (ikki útgivin) og hevur av og á yrkt bæði sálmar og sangir.

Grækarismessa

Tjaldrið flýgur langan veg
og letur henda dagin
hvølla ljóðið gleðir meg
um gráur er enn hagin

---

Prýddir vinir fjálga her
breiða sínar veingir
spáka nú við Fuglasker
at droyma um grønar eingir

---

Yvir havsins vág og vind
leiddi lívsins kongur
hvíld at fá við svala lind
tónar vársins songur

---

Tíðin líður, dagur fer
vetrarnáttin svinnur
summardagur aftur er
sólskinsbarnið finnur

Ein eigur at undrast á hesi “snedigu”, sum undir ymsum korum, tó eiga hesa ósløkkiligu tráan eftir – um enn málið kann tykjast rættiliga veruleikafjart – at avmynda tað fullkomna og siga tað ósagda.

Ísland
Jógvan var fyrstu ferð í Íslandi í 1962. Eftir tvey ár í Onglandi kendi hann kall til at fara til Íslands aftur at vera til hjálpar í samkomuni á Sjónarhæð á Akureyri og at vera við á barnalegunum við tað sera vøkru Ástjørn á Norðureysturlandinum, har ið mentamenn, sum Arthur Gook og Sæmundur G. Jóhannesson, høvdu virkað við í í mong ár.

Á Akureyri hitti Jógvan gentuna Rósu, tey blivu góð og giftust í 1965 og eiga 4 børn: Jákup, Elsa, Anna og Dávid.

Tey fyrru árini búðu tey á Akureyri, og síðani hava tey búð og virkað í Reykjavík, har ið Jógvan og Poli Purkhús, systkinabarnið, hava kent ábyrgd í samkomuni, Akurinn.

Fylgið Mær
Eggjanin frá “Hinum einsama galilearanum”, ið helt hana, heimsins so framúr “Fjallataluna” (Matt. 5-7), og sum seinni beyð teim, sum kendu seg gripnan av taluni og læruni, at fara út í allan heimin við “Gleðiboðskapinum” (Matt. 28). Hesi boð hava havt sína ávirkan á so mong í ár so mong. Her heima við.

Meistarin møtti teim á strondini og segði við tveir fiskimenn: “Fylgið Mær!”. Og sum teir gjørdu – og hetta uttan at vit fáa meiri at vita um teirra kringumstøður, sum so.

Úr okkara svala og fjarskotna landi eru ikki so fá fari út í heim og um lond við hesum boðskapi um ein betri heim, og tað dygt inspirerað av “Einsama galilearanum”, sum ikki átti nakað “at halla sítt høvur at”.

Hesi, sum hiðani úr Føroyum eru farin, eru nú at finna í Fjareystri, Afrika og øðrum heimspørtum við.

Vit undrast
Og vit almindiligu mugu undrast, í dagliga meldri okkara, yvir hesi serstøku, sum ósjálvsøkin uttan verðsliga trygd og stuðul fara heiman til so ókend uppdrøg – og hetta tí, at tey stunda til aðrar leiðir, sum ikki eru okkara.

Tey eru farin og eru at finna um fjarløgd lond í frumskógum millum fjallaskuggar, har ið tey hava fest búgv, og har læra seg – umframt at veita heilsuliga hjálp – at lata upp fyri og avdúka torfør, frumkend tungumál, har læra tey innføddu at lesa og við teirra hjálp hereftir týða bíbliutekstir yvir í teirra avmarkaða mál - og soleiðis geva teim Skriftina sjálva á teirra egna máli.

Trúfesti er ikki hvørs mans
Fúsur maður er lættur at finna; men hvar finnur tú ein trúfastan mann. Úr Klaksvík fóru, stutt eftir at Jógvan fór, tríggir blaðungir dreingir, ið fyrst høvdu roynt sjólívið nakað, yvir til Íslands í sama uppdragi.

Og hesir tríggir eru nú eldri menn – eru í seinnu helvt av 70-árunum - og virka allir enn. Hans Sivertsen virkaði í mong át í Nuuk og fekk leguhús bygt til barnalegurnar inni í Amelialik-fjørðinum, Páll Poulsen er í Qaqortoq og hevur skipað fyri leguhúsinum til barnalegurnar inni Mimelialik-fjørðinum í Suðurgrønlandi og Óli á Grømma Jacobsen, sum hevur verið skipari fyri og er enn við í evstu leiðsluni í heimsumfevnandi trúboðarafelagsskapinum “New Tribes Mission” (NTM) - í ár so mong.

Og lætt hevur tað ikki verið fyri hesar, eins og tað var fyri teir, sum stóðu á strondini við Genezaret-vatnið og fingu stillføru boðini: “Fylgið mær!”.

Tung tøk eru
Sum sjálvur Paulus váttar í seinasta brævi sínum til unga vin sín Timoteus (2. Tim. 1 - 4). Har ið tann erfarni stríðsmaðurin syngur sín svanasong og ger lív og støðuna upp - so hjarta grípandi - í hesum seinasta skrivi sínum har út úr slavna fongsulsklivanum:

“Skammast ikki, men líð ilt við evangeliið......minst trúnna hjá ommu og móður tíni, sum ikki var bert eiti... ver sterkur í náðini... øll í Asiu hava vent sær frá mær... men Harrin kennir síni, Hann stóð hjá mær...tíðin er komin hjá mær at fara...royn, alt tað tú kanst, at koma til mín skjótt!...og táið tú kemur, hav tá við tær kappan og bøkurnar...royn alt tað tú kanst at koma, áðrenn veturin kemur!”

Ein heilsa
Hetta skuldi ikki vera nøkur tala, men bert ein stutt heilsa til vinmannin og Rósu og teirra kæru, ið vit bæði Annelena hava kent væl frá heilt ungum av – og við hesum í øllum takksemi heilsa frá øllum í okkara familju við.

Og ynskja tær, Jógvan, og tínum kæru alt gott í komandi tíð.

Arnstein Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo