Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Røða, sum Jógvan Jespersen helt við prógvhandan á Vinnuháskúlanum 22. januar 2016

Góðu skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar. Góðu áhoyrarar.

Fyrst skal eg takka fyri, at fáa høvi til at bera tykkum eina kvøðu, nú tit hava lokið tykkara útbúgving.

Eg skal ynskja tykkum, sum nú hava fingið prógv, hjartaliga tillukku og ynskja tykkum góðan byrð á tykkara framtíðar yrkisleið.

Lat tað verða sagt, at sjálvur havi eg ongantíð verið mynstraður umborð á einum føroyskum fiskiskipi ella havi silgt við farmaskipi, men gjøgnum mína tíð í fjølmiðlunum hevði sjóvinnan mín stóra áhuga, og tey seinastu 8 árini havi eg burtur av arbeitt við spurningum, sum hava við fiskivinnuna at gera. So tað eru mínar fyritreytir, tá um sjóvinnuna ræður.

Hesin útbúgvingarstovnurin, sum í dag eitur Vinnuháskúlin - ella tað at útbúgva navigatørar í Føroyum - hevur eina drúgva søgu. Hon gongur heilt aftur til 1893, tá Jens Mohr og Jens í Dali sum teir fyrstu fóru undir at hava skiparaskúlar í Føroyum. Eftir tað vórðu fleiri privatir skiparaskúlar stovnaðir kring landið, og hevur útbúgvingin av navigatørum og maskinmeistarum støðugt ment seg og er tillagað so hvørt til tað, ið hon er í dag.

Hesar útbúgvingar hava helst nógv størri týdning fyri okkara samfelag, enn vit geva okkum far um, tí tær eru ein lyklaútbúgving og grundleggjandi partur av grundarlagnum undir okkara búskapi.

Tit, sum nú hava lokið prógv, fara eins og teir, ið hava lokið hesar útbúgvingar undan tykkum, at manna føroyska fiskiflotan, og nakað nógvir av tykkum fara út í heim at finna tykkum størv.

Føroya Reiðarafelag bað í fjør ein búskaparafrøðing gera eina greining av týdninginum, sum fiskivinnan hevur fyri føroyskan búskap í mun til aðrar vinnur.

Hann gjørdi í roynd og veru eitt stórt roknistykki út frá hagtølum hjá Hagstovuni, um hvussu nógv beinleiðis virksemið hjá fiskivinnuni gevur til búskapin, hvussu stórt avleidda virksemið frá fiskivinnuni er, hvussu nógv av almenna virkseminum verður figgjað við inntøkum frá fiskivinnuni, og hvussu nógv avleitt  virksemi hjá tí almenna verður fíggjað við peningi, ið tað almenna fær frá fiskivinnuni.

Eg má siga, at niðurstøðan, sum hesin búskaparfrøðingurin kom til, gjørdi meg bilsnan, tí í tíðarskeiðnum millum 1999 og 2013 stavaði millum 40 og 60 prosent av føroysku bruttofaktorinntøkuni frá fiskivinnini og avleiddum vinnum frá fiskivinnuni. So týðandi er fiskivinnan sum føðikelda til okkara búskap. Og síggja vit burtur frá blokkstuðlinum, so eru hesi tøl eini 5 prosent hægri.

Føroyska arbeiðsmegin í útlandinum hevur eisini fingið munandi størri týdning. Týdningurin av hesum inntøkum er vaksin úr 6% upp í 13% av føroyska búskapinum í 2013. Hetta eru í stóran mun fólk við maritimari bakgrund.

Tí er Vinnuháskúlin ein sera tíðandi útbúgvingarstovnur. Hann útbúgvir yvirmennirnar til føroyska fiskiflotan, og nógv tey flestu, sum starvast uttanlands, byrja sína yrkisleið við eini útbúgving á Vinnuháskúlanum.

Vit kunnu so leggja búskaparliga týdningin av alivinnuni afturat. Hon er okkara størsta útflutningvinna í dag, og eisini hennara lívsgrundarlag er í sjónum.

Føroyar, føroyingar og havið eru óloysiliga knýtt saman. Vit ligga her mitt úti í Atlantshavinum umgyrd av havinum. Havið var vegurin til landnámið - okkara uppruna - í síni tíð. Gjøgnum øldirnar hava vit støðugt lært okkum at gagnnýta ríkidømið í havinum, og stigvíst at skapa grundarlagið undir tí vælferðarsamfelag, sum vit hava í dag.

Menningin er komin í lopum. Sluppirnar komu síðst í 18 og fyrst í 19. øld. Trolarar vórðu keyptir úr Bretlandi eftir kríggið. Tað varð ein dýrur læripeningur, men var kortini ein spíri til víðari menning. Vit fóru at byggja skip. Portugalstrolararnir komu síðst í 50-árunum. Línuskipini komu fyrst í 60-árunum. Síðan komu trolararnir til fiskiskap undir Føroyum. Politiskt var eitt stórt átak gjørt við einum skipapakka í 1984, ið eisini varð ein dýrur læripeningur, men sum kortini eisini varð grundarlag undir eini víðari menning. Í 90-árunum og í nullunum høvdu vit eina stóra menning innan uppisjóvarvinnuna, sum í dag gevur eitt sera stórt íkast til samfelagsbúskapin.

Fiskivinnan er á einum vegamóti. Vit mugu staðfesta, at tað í dag er ein stór óvisa millum tey, sum virka í fiskivinnuni um framtíðina. Á pappírinum fella øll veiðiloyvir burtur um minni enn tvey ár, og ongin veit, hvat framtíðin hevur at bjóða.

Tað er greitt, at ein tílík óvissa steðgar øllum virkishugi. Tey seinastu árini hevur støðan verið tann, at tað, ið vit í roknaðu sum fjarfiskiflotan, hevur havt ein lønandi raktur, meðan heimaflotin samanlagt í mong harrans ár ikki hevur havt ein lønandi rakstur. Og tað er greitt, at tað er ein støða, sum ikki kann standa við. Mær vitandi er ongin størri sáttmáli um nýbygd føroysk fiskiskip gjørdur síðan 2007. Og hví er so? Kann tað ikki hava samband við, at landið tað árið segði upp verandi loyvisskipan til at fara úr gildi í 2018. Og vit vita ikki enn, hvat kemur í staðin.

Politiska skipanin má skjótast gjørligt skapa tryggar karmar fyri fiskivinnuna, tryggar langtíðar karmar, tí annars verður ongin menning. Vit hava ein átrokandi tørv á at rationalisera partar av fiskiflotanum. Vit mugu koma hartil, at vit í øllum pørtum av flotanum hava tíðarhóskandi skip, sum hava ein lønandi rakstur, og har tað er eftirspurningur eftir at sleppa at manna skipini bæði á brúnni, í maskinuni og á dekkinum.

Hýrusáttmálin er eitt annað øki, sum tørvur er á at endurnýggja. Summir partar av verandi hýrusáttmála hjá fiskivinnuni stava helst heilt aftur í slupptíðina. Her er eftir míni persónligu meining er eisini her tørvur á nýhugsan. Vit mugu fara undir eina tilgongd, har vit flyta okkum móti einum fastlønarsáttmála við skipaðum pensjónsviðurskiftum og skipaðum arbeiðstíðum í fiskiflotanum.

Eg nevndi, at føroyingar og havið eru óloysiliga knýtt saman. Næstan alt, sum vit fáast við, hevur okkurt við havið at gera. Okkara mentan er knýtt at havinum. Hugsað bara um, hvussu stórur partur av okkara skaldskapi, tónleiki og málningalist snýr seg um havið.

Eitt orðafelli er, at havið gevur og havið tekur. Tað hava vit í Føroyum sannað. Í eini sjónvarpssending fyri nøkrum árum síðan varð gjørt upp, at síðan 1870 eru fleiri enn 1200 føroyingar farnir á sjónum. Og tað er ongin tjóð í heiminum, sum hevur lutfalsliga mist so nógv fólk á sjónum. Vit minnast frásagnirnar frá tíðini, tá vit breyðføddu okkum millum annað við útróðri við smábátum, har nógvir ikki vunnu upp land, og har heilar bygdir vórðu hart raktar. Vit minnast krígsárini, sum kravdu nógv mannalív, tí neyðugt var við vandasigling fyri at vinna til lívsins uppihald.

Tað eru helst fáar familjur í Føroyum, sum so ella so ikki hava mist á sjónum. Í mínum føri kann eg fortelja, at abbi mín og ein pápabeiggi gingu burtur við sluppini General Gordon í 1924. Hetta var 30 ár áðrenn eg var føddur, men eg havi hoyrt søgurnar um, hvussu hetta ávirkaði familjuna. Tá øll vón var farin, um at teir fóru at koma aftur, mátti støðan takast til, hvussu man skuldi lívbjarga sær. Ein einkja sat eftir við 9 børnum, hon lærdi dreingirnar at binda, og tann einasti sonurin, ið varð eftir heima, meðan brøðurnir vóru til skips, mátti sum 13-ára gamal taka við leiklutinum hjá pápanum. Og soleiðis man tað hava verið í nógvum familjum. Til hesa søguna hoyrir eisini, at omman, tá hon sjálv var 12 ára gomul, varð send vestur á Hvalbiareiði við drekka til pápan, sum hevði verið til útróðrar. 10 bátar vóru á floti henda dagin. Tann eini kom ikki aftur til lands. Tað varð tann, sum pápin var við. Henda myndin sigur nógv, um hvussu hart tað hevur verið at lívbjarga sær av tí, ið havið gav.

Føroyskur sjómansskapur uttanlands hevur støðugt ment seg - bæði innan fiskivinnu, sjóvinnu og oljuvinnu. Føroyskir sjómenn arbeiða kring allan heim. Teir hava gott orð á sær, og eru ein eftirspurd arbeismegi. Teir eru í roynd og veru teir bestu ambassadørarnir fyri Føroyar. Tey seinnu árini hava vit ikki bert manna útlendsk skip. Vit hava eisini føroysk reiðarí, sum hava megna at byggja skip til frálandavinnuna.

Hetta økið eigur avgjørt at kunna verða eitt vakstrarøki hjá Føroyum. Í fjør summar var Reiðarafelagið fyri Farmaskip í fjølmiðlunum og eftirlýtsti eina greiða maritima strategi. - at ein yvirskipað kós verður stungin út í kortið. Hon kundi t.d havt sum mál at fáa maritimar fyritøkur at koma henda vegin at seta seg niður. Hon kundi t.d. havt sum mál at breiðka okkara maritimu útbúgvingar, so tað kanska eisini kundu verið lokkandi hjá útlendingum, at koma henda vegin at nema sær maritimar útbúgvingar. Men tað krevur, at tað politiskt verður sett út í kortið.

Eg skal enda við enn einaferð at ynskja tykkum hjartaliga tillukku við próvnum og ynskja tykkum góðan byr á tykkara víðari yrkisleið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo