Hølið var fullsett hetta leygarkvøldið 29.09. úti í Búðunum, har ið Jógvan helt sín runda føðingardag (26.sept.) Mangar talur, gott undirspæl til góðar fosturlands- og KÍ-sangir - sum eisini varð væntað.
John Reid Bjartalíð, mentaði formaður KÍ’s, varð væl hýrdur, táið hann fekk eyga á eginleikarnar hjá Jógvani í fótbólti, og John Reid tók hann straks við í KÍ-hópin og á fyrsta liðið. Sjálvandi tað.
Hesar eginleikar og hugur Jógvans til bóltspæl kendu vit dreingir væl til frá plenuni í Víkunum - beint uttan fyri Seglhúsið millum Klaksvíksvegin og vágina. Har varð spælt fótbólt (ella krokk) nærum alt døgnið í summarhálvuni, og haðani komu fleiri framúr fimir driblarar hjá KÍ seinni (m. a. Steinbjørn Jacobsen og Magnus Kjelnæs).
Fá hús vóru á Selheyggi tá. Ovast var sethúsið hjá Eskild Steensen (bygt í 1875, sambært J. Símun Hansen - og nú sum parkeringspláss), og niðanfyri lá ein røð av trimum røttum klaksvíkingum: Jóhannes av Skálatoftum, Andrias úr Kunoy og Kristjan í Grótinum av Skipanesi (!).
Mamma Jógvan, Elsa f. Hansen, var ættað úr Funningi, og pápin, Andrias, var ein kendur og raskur útróðrarmaður sum m.a. førdi “Nevið Reyða””. Eitt opið heim, har ið øll kendu seg væl, átta systkin – og Jógvan yngstur.
Jógvan er giftur við Sólgerð Klein Olsen, ið er av ættargrein Nólsoyar-Pálls í Vestmanna, og tey fingu børnini: Osla (bleiv bara 7 ár), Anni, Eyðbjørn og Osla - eisini eitt heim merkt av vinsemi og blíðskapi.
Parturin hjá Jógvan hjá Elsu, nevndu vit hann, hevur ongantíð ligið eftir. Hann er framúr kvikur og arbeiðssamur sum fáur. Bæði á tunnuvirkinum, til skips, á Føroya Bjór og nú, ið hann á búnum aldri syftir seg av seingini fyri dag, og fer strúkandi norður í Hvannasund fyri at egna 5-6 stampar sum hóskandi ítriv fyrrapartin. Eins og fastur og fúsur at heysa KÍ-merkið í húnar hátt, táið kampar eru. Hann dugir ikki at binda frið.
Fyrsti heiðurslimur í KÍ var Einar Waag (1894-1989), sum var á KÍ-liðnum longu í 1911, síðuni varð John Reid (1918-1993) tilnevndur, tann triði varð Jógvan, og nú eru tveir aðrir úr gitna 1966-liðinum komnir við: Steinbjørn Jacobsen og Eyðálvur Joensen.
Mangan hevur Jógvan framt munandi avrik fyri KÍ sum spælari, trenari, dómari og kveikjari. Men helst størsta roysni framdi Jógvan tó longu 16 ára gamal, táið hann saman við øðrum dreingjum og monnum (sáttliga og summir brosandi sambært myndunum í bókini “Herskin herðindi” á bls. 250 og 251), sum tóku landgongdina av “Tjaldrinum” tann 26. august 1955 og loystu trossarnar av pullartunum á Kósabrúnni, soleiðis at Tjaldrið, ið lá við stýriborði móti kaiini, varð leyst av landi.
Royndi skiparin á Tjaldrinum, Hans Niklái Jatnagarð úr Gásadali, sá greitt hvussu støðan nú var, og hann bar tí skjótt at, gav boð um at seta motorin í gongd og halda leiðina beint út eftir vágini við hesum ófrættakendu embætismonnunum, sum sníkjandi komu til bygdar fyri dag - fyri við fútabanni at reka tann besta læknan, ið nakrantíð hevði verið innan fyri Klakk - út úr húsi, heimi og starvi.
Men nokk var nú vorðið nokk! Hesir unglingar høvdu fingið nóg mikið av royndum frá hesum høgu harrum úr Havn. Hesir sum heldur vildu fremja eina persónliga, rasistiska atsókn, heldur enn - við viti og skili - at bøta um ta ótolandi vanrøkt, sum tá - av teirra ávum - ráddi í Norðuroya læknadømi .
Hetta verjuátak frá meiriluta bygdarinnar, sum objektiv/seriøs søgufólk vitiliga fara at fagna sum eitt bragd í komandi tíð. Hesum ivist eg ikki í.
Men var ikki vandi á ferð fyri skipi og manning, spyr onkur kanska?
“Nei, als ikki, og veðrið var av tí fínasta”, váttar Høgni Mohr, stýrimaður á Tjaldrinum tá, sum enn er á lívi.
Gamalt er, at betri er at fáa eina rósu – meðan til ber at taka ímóti henni.
Hetta er tí ein heilsan hiðani fyri mangan kátan leik og løtu um heyg og haga, bóltspæl og vinskap frá dreingjaárunum á Selheyggi og í Víkunum.
Arnstein Niclasen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo