Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Jógvan Arge fer at hava móttøku og almenna bókaframløgu á Reinsarínum í Havn fríggjadagn 4. december. Framløgan verður frá frá kl. 15.30 til 17.00. Har verður tónleikur, sangur, upplestur, røður og gott til góman. Samstundis  verður høvi at ogna sær bókina og fáa hana signeraða.

Á móttøkuni fer Jógvan Arge at greiða frá nýggju bók síni ”Havnardrongur og gøtuskuri”. Uni Arge og Robert McBirnie verða á pallinum við sangi og tónleiki og ein annar hálvur skuri,Tórbjørn Jacobsen, fer at siga, hvat hann hevur fingið burtur úr at lesa bókina.

Havnarmaður og gøtuskuri
Hetta er 20. bókin, Jógvan letur úr hondum. Pallurin er tað umhvørvið, hann  vaks upp og ferðaðist í. Pápin var havnarmaður við stórum H, og mamman av tí, tey rópa stóra G í Syðrugøtu.

Jógvan er úr einum nýggjum býarparti, har børnini vóru mong og ræsurnar víðar við Húsagarðsbønum, Viðarlundini og ítróttavøllunum í Gundadali. Hann gekk í katólskan barnagarð og skúla. Fór úr realskúlanum í Hoydalar og var longu giftur og pápi, tá hann tók studentsprógv.

Krýnikan er ein ferð hús úr húsi í stóra grannalagnum og søga um foreldur, ommur og abbar í Havn og í Syðrugøtu. Í Havn høvdu tey stórt virksemi við bussum, bilum og kiosk. Í Gøtu høvdu tey handil, bindistovu og ráfiskakjallara. Ættarbond hansara og hjá konuni Maritu verða greinað norðanfjørðs og sunnanfjørðs.

Í 60unum stovnaði Jógvan saman við vinmonnum egið ítróttafelag, var formaður í Næmingafelagnum í Hoydølum,  limur í Unga Tjóðveldinum og í blaðstjórnini á ítróttablaðnum ALT um ítrótt. Hansara fyrstu fet í útvarpsarbeiði vórðu tikin í barnaútvarpinum longu í 50unum.  Bókin er umbrotin, prentað og innbundin á Føroyaprenti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo