Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í dag fyllir útvarpsmaðurin, Jógvan Arge, 70 ár. Hann er sonur Niels Juel og Petru Arge og varð føddur á íslendska tjóðardegnum 17. juni í 1947. Dagurin verður hildin í Reykjavík, hagar Jógvan og konan, Marita, hava boðið børnunum við makum at halda føðingardagin.

Røddina hjá Jógvani kenna øll í Føroyum. Hann hevur starvast í útvarpinum síðan 1970, tá hann var liðugt útlærdur sum journalistur á tíðindastovuni Ritzau. Har góvu tey honum eftir lokna læru bestu viðmæli og søgdu, at tann 22 ára gamli føroyingurin hevði fakligar dygdir sum ein royndur maður.

Jógvan var leingi mitt í journalistiska meldrinum í Føroyum. Longu í 1969 segði hann frá fyrstu mánalendingini í útvarpinum og var hovreportari fyri Ritzau í sambandi við vitjanina hjá Fríðrikki kongi og Ingrið drotning í Føroyum. Við útvarpinum var hann til olympiadu í Vesturtýsklandi í 1972, og undir sjóneykuni vóru eisini EEC-málið í 1973, útróðrarverkfallið í 1975 og fiskimarksútflytingin í 1977.

Vóru átrokandi politiskar samráðingar, var Jógvan á blettinum, um so slagið stóð á Gamla Apoteki, í Brússel, London, á Tenerifa ella í Moskva. Onkuntíð hevur hann greitt frá, at hann sat saman við Atla Dam og hinum og fundaðist í sjálvum Kreml á døgum Bresjnevs. Hetta var ikki hvørjum journalisti beskorið í afturlatna Sovjetsamveldinum.

Framtøkini á samferðsluøkinum vóru mong í sjeytiárunum, og Jógvan var ofta á rætta staðnum, m. a. tá brúgvin um Streymin varð tikin í nýtslu í 1973, og tá nýggi Smyril kom á Havnina í 1975. Tá tók hann til, at bildekkið var til støddar sum ein fótbóltsvøllur.

Tann samanberingin lá beint til høgra beinið, tí Jógvan hevur frá barnsbeini av havt stóran áhuga fyri ítrótti. Hansara frásagnir frá fótbólti, hondbólti og kappróðri hava rúnarbundið lurtarar frá miðskeiðis í 60’unum til 2010, tá yngri kreftir tóku við.

Tiltiknar eru mangar av hansara frásagnum. Nevnast kunnu frásagnirnar úr Portugal í 1976, tá hondbóltslandsliðið stóð seg sera væl í fyrstu CHM-kappingini, og dystirnir hjá fótbóltslandsliðnum í 90’unum og 00’unum. Á hesum ferðum gjørdu teir eisini reportasjur úr ymsu londunum, eitt nú um politisku spenningarnar í Jugoslavia, Rumenia og Norðurírlandi.

Jógvan var fastur fúsur á ferð kring oyggjarnar, tá útvarpið skipaði fyri teimum tiltiknu V4-sendingunum. Eitt valalið av fólki skapti hesi minniligu kvøldini, og Jógvan plagdi at yrkja tættir til sendingarnar. Í 80'unum helt hann siðvenjuna viðlíka og skipaði fyri kvøldsetum í nýggju útvarpshøllini. Í 90’unum rapporteraði hann frá kreppusamráðingum á Christiansborg og úr Føroya rætti í sambandi við skipamálini.

Í útvarpinum hevur Jógvan gjørt mangt annað eisini. Spennandi ljóðmyndir og frásagnir hevur hann skrivað í hópatali, nógvar útvarpsleikir hevur hann týtt, og aktualitetssendingarnar vóru tey virknastu tíðindaárini mangar. Í beinleiðis valsendingum plagdi hann at vera í essinum, tá hann tráspurdi politikararnar.

Jógvan var tíðindaleiðari í Útvarpi Føroya frá 1979 til 1989, tá hann gjørdist programmleiðari. Sendiskránna legði hann í 18 ár, og mál hansara var at hava eina so fjølbroytta og dygga skrá sum gjørligt. Týðarar, fróðarfólk og onnur fríyrkisfólk helt hann til eldin at lata útvarpinum tilfar.

Málsliga er hann sera væl útborin, og tað, sum hann sigur og skrivar, situr. Hetta sást eisini, tá hann fór at skriva bøkur. Um 20 bøkur hevur hann latið úr hondum. Tær hava snúð seg um m.a. vinnusøgu, arbeiðsmarknað og samfelagsmenning. Hesi seinastu árini er Jógvan farin at skriva endurminningar, og í útvarpinum ger hann framvegis áhugaverdu sendingarnar ”Meg minnist”.

Tað, sum Jógvan hevur avrikað føroyskari mentan at frama, er tí ikki smávegis.

Politikk hevur hann eisini fingist við. Hansara longsta samanhangandi politiska umboðan var í Tórshavnar býráð frá 2000 til 2016 fyri Tjóðveldi. Varaborgarstjóri var hann í tveimum umførum. Á valinum í 2004 fekk hann 692 atkvøður, sum var tað mesta hetta valið. Hann var eisini varamaður á tingi í hálvtannað ár í 2002 og 2003. ÍSF-forseti var hann frá 1978 til 1980.

Jógvan er bæði abbi og langabbi. Tá abbabørn og langabbasonur eru í nánd, verður hann bleytur sum smør, og mangan hava tey drigið hann í býin at keypa við sær. Annars putlast hann ofta í urtagarðinum, har nýggjasti útviklingurin er, at helvtin av grasplenuni er vorðin eplavelta. Tá spanskur fótbóltur er í sjónvarpinum, heldur Marita við Barcelona. Men Jógvan stuðlar Real Madrid.

Nú Jógvan fyllir 70, eru allir íslendskir fánar vundnir í húnar hátt á tjóðardegi Íslands. Tað man dáma honum væl. Men í hjartanum hevur hann altíð borið Merkið fyrst og fremst. Hetta kom eisini til sjóndar, tá hann 25. apríl helt flaggrøðu í Fámjin, har fyrsta føroyska flaggið er varðveitt.

Hjartaliga til lukku við 70 ára degnum!

Vinir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo