Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at avtaka bummgjøldini í Vága- og Norðoyatunlinum.
Løgtingið er omanfyri landsstýrið og landsstýrið hevur skyldu at gera tað, sum løgtingið áleggur tí at gera.
Við at avtaka bummgjaldið ger Jørgen Niclasen ikki annað enn tað, ið lógin áleggur honum at gera.
Hetta átti annars at verið gjørt fyri fleiri árum síðan.
Tað skemtiliga við hesum máli er, at nøkur løgtingsfólk eru ónøgd við, at landsstýrismaðurin ætlar at yvirhalda løgtingssamtyktir.
Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eru fyri fleiri árum síðan afturgoldnir og tí eiga teir at verða lagdir afturat vegakervi landsins, um lógin skal yvirhaldast.
Nakrir politikarar hava, við hjálp frá kreativum løgfrøðingum, roynt at tulka lógina soleiðis, at landið skal hava partapeningin aftur, áðrenn tunnilin verður latin landinum aftur.
Orsøkin er tann, at í lógini um fast samband stendur, at tunlarnir skulu latast landinum til ognar uttan viðurlag, tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin.
Sostatt tulka hesir løgfrøðingar lógina soleiðis, at inngoldin partapeningur frá landinum í veruleikanum er lánikapitalur.
Ein slík tulking er roknskapartekniskt møsn.
Partapeningurin í Vágatunlinum er 160 mió kr og er teknaður til kurs 100.
Um landið veruliga kravdi at fáa váðafúsa kapitalin aftur, kundi landið t.d. valt at latið partapeningin verið 1 mió kr og latið 159 mió kr. staðið sum ábyrgdarlán í tunlinum.
Men slíkt kom ikki uppá tal, tí tað ongantíð var ætlanin, at váðafúsi kapitalurin skuldi rindast aftur.
Partapeningurin í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum varð fult inngoldin, og hvørki í lógini ella í viðmerkingunum til lógina stendur nakað um, hvussu hetta ”lán” skal afturrindast.
Lánitreytir eru ikki nevndar, tí talan er als ikki um nakað lán.
Ein neyvari orðing av lógini skuldi sjálvandi sagt, at tá lánikapitalurin er afturgoldin, skal tunnilin latast landinum aftur.
Men ein objektiv endamálstulking av lógini fer ongantíð at koma til aðra niðurstøðu.
Landsstýrið hevur tí skyldu til at avtaka bummgjaldið, ella biðja løgtingið broyta lógirnar um fast samband um Vestmannasund og Leirvíksfjørð, tí sum er verður bummgjald kravt í heimildarloysi.
Í løgtingslógini viðv Eystur- og Sandoyartunlar stendur: Tá samlaða skuldin hjá felagnum er fult afturgoldin, íroknað ábyrgdarlán, verða allar ognir felagsins uttan viðurlag avhendaðar landinum til ognar.
Her hava lógarsmiðirnir bundið um heilan fingur við neyvari orðing, so sleppast kann undan møsni frá kreativari løgfrøði.
Tað hava verið røddir frammi um, at lata bummgjaldið í Eysturoyartunlinum fíggja ein Suðuroyartunnil.
Men hetta krevur sum sagt lógarbroyting.
Hinvegin skyldar Eysturoyartunnilin nærum 3.000 mió kr, og er hoknaður undir fíggjarligu byrðini.
Tað verður tí helst seinur dagur at ”fíggjarliga lokmotivið” Eysturoyartunnilin verður spent fyri aðrar verkætlanir.
Men Vága- og Norðoyatunnilin eru skuldarfríir, og tí er tað skyldan hjá myndugleikunum, annaðhvørt at avtaka bummgjaldið, ella broyta lógina, soleiðis at landið ikki framhaldandi uppkrevur skatt uttan lógarheimild.
Her er Jørgen Niclasen á rættari kós.
Justitia
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo