Fjepparnir hjá superstjørnuni Taylor Swift fingu bókstavliga jørðina at skelva undir teimum trimum konsertunum í skotska høvuðsstaðnum Edinburgh seinasta vikuskifti, skrivar TV 2.
So nógv, at eitt seismometur seks kilometrar frá konsertstaðnum Murrayfield Stadium skrásetti skjálvtan í jørðini.
Tað skrivar British Geological Surveys, BGS, sum mátar semiologiskan aktivitet í Bretlandi, í einum tíðindaskrivi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo