Í Keypmannahavn er løgrelan í eyka tilbúgving, eftir at limir í jødiskum felagsskapum og politikarar, sum hava víst samkenslu við jødum eftir yvirgangsálopini í farnu viku, hava fingið fleiri hóttanir eftir lívinum. Formaður í felagnum Det Jødiske Samfund i Danmark, Henri Goldstein, hevur sagt Jyllandspostinum um deyðshóttanir sum sjálvt skúlabørn hava fingið umvegis sosialar miðlar.
Ein annar sum hevur fingið hóttanir eftir at hann hevur skrivað sína meining um, at jødarnir ikki kunnu liva frítt í dagsins Danmark, er Frederik Vad, sum er fólkatingslimur fyri sosialdemokratarnar. Hann væntaði at fáa reaktiónir, men dugdi ikki at ímynda sær, hvussu ógvusligar tær blivu.
Jyllandsposturin endurgevur nakrar:
»Føj for satan din ulækre zionist-rotte« og »føj, hvor er du ækel. Smut ned til Palæstina og se, hvor sej du er, vamle dyr«.
- Eg havi ongantíð áður upplivað so nógv hatur, sigur Peter Vad sum eisini avdúkar, at fleiri av teimum, sum hava sent honum slík boð, eru fólk sum hava fingið góðar útbúgvingar í Danmark sum eitt nú læknar ella sjúkrasystrar.
Eisini úr Týsklandi og Onglandi eru líknandi søgur at síggja í miðlunum.
Antisemitisman hevur av álvara tikið dik á seg og er vaksin fleiri 100% hesa farnu vikuna. Felagsskapurin CST (Community Security Trust) sum síðani 1984 hevur skrásett álop á jødar í Stórabretlandi, sigur, at hann ongantíð hevur skrásett so nógv álop á jødar síðani hann byrjaði sítt virksemi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo