Amerikanski forsetin Joe Biden fer at loyva Ukraina at brúka langtrøkkandi amerikanskar rakettir í krígnum ímóti Russlandi.
Tað vita fleiri miðlar at siga, eitt nú New York Times og Washington Post.
Talan skal vera um sonevndar ATACMS rakettir, sum røkkar yvir 300 kilometrar, og sum í apríl loyniliga vórðu fluttar til Ukraina.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur leingi biðið um loyvi til at brúka langtrøkkandi rakettirnar, men higartil hevur svarið verið nei.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur staðiliga ávarað vesturheimin um at geva Ukraina framkomin vápn.
- Tað merkir, at Nato og USA eru í kríggi við Russland, hevur Vladimir Putin sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo